Sum skilst, var ætlanin at lata gíslarnar leysar aftur seinnapartin í dag. Sagt verður, at út við 150 ferðafólk úr fleiri londum hava verið gíslar hjá einum bólki av upprunafólki í Peru.
- Rætturin til lív og virðingin fyri lívi má sigra, sigur leiðarin hjá upprunafólkunum, Watson Trujuillo, við útvarpsrásina, RPP Noticias, og tað eru fleiri miðlar, sum í dag endurgeva leiðaran.
Útlendskir miðlar siga í kvøld at siga, at gíslarnir vórðu tiknir sum mótmæli ímóti, at myndugleikarnir í landinum ikki hava hjálpt til við at beina burtur ein oljuleka í økinum.
Tíðindastovan AFP veit at siga, at talan er um út við 150 ferðafólk, sum upprunafólkini í Peru tóku sum gíslar.
Ferðafólkini vóru umborð í einum áarbáti, tá tey vórðu tikin av upprunafólkunum.
Millum gíslarnar vóru ferðafólk úr eitt nú USA, Bretlandi, Spania, Fraklandi og Sveis, og her vóru bæði kvinnur og børn.