- Vit fara at gera, alt vit kunnu, fyri at kunna játta pening til tær fátækastu barnafamiljurnar.
Tað sigur Helena Dam á Neystabø, sum er talskvinna fyri Javnaðarflokkin, nú løgtingið er farið at viðgeraeina eykafíggjarlóg fyri í ár.
Hon er eisini limur í fíggjarnevndini og hon sigur, at í hvussu so er nøkur tingfólk, høvdu vónað, at landsstýrið fór at biðja um eina játtan, sum skuldi markast til at lýfta tær fátækastu barnafamiljurnar upp up fátækamarið.
Men tað hevur landsstýrið ikki biðið um og Helena Dam á Neystabø sigur, at nú uppskotið um eykajáttan fer til viðgerar í Fíggjarnevndini, fara tey at gera alt, tey kunnu, fyri at finna semju um at finnaeina játtan, so at tær fátækastu familjurnar kunnuf áa hjálp, longu í ár.
Hon sigur, at metingar vísa, at tað fer at kosta í mesta lagi tvær milliónir, tað, sum eftir er av árinum, men annars fer tað at kosta einar 10 milliónir um árið, og tað má so á fíggjarlógina fyri næsta ár.
Annars hava tær fátækastu barnafamiljurnar verið politiskar kastibløkur í meiri enn eitt hálvt ár, tí tey, sum sita í samgongu nú, sótu í andstøðu í mai í ár, og tá mettu tey at tað var so átrokandi at hjálpa teimum fátækastu barnafamiljurnar, at tingið mátti kallast saman alt fyri eitt.
Samgongan vildi bíða til á ólavsøku, men tað vildi andstøðan ikki góðtaka, tí tað var alt ov leingi.
Síðani eru enn fleiri mánaðir farnir, og tey, sum sótu í andstøðu tá, eru nú komin í samgonguna – men nú heldur nýggja landsstýrið, at tær fátækastu barnadamiljurnr tola saktans at bíða eina tíð afturat.