Fara at práta við Hans Jørgen og Kára fyrsta dagin (FM1)

(Formansrundan á FM1) Dan Petersen, formaður í ÍF harmast fáu stigini, men gleðir seg til betri umstøður í Fløtugerði komandi ár

##med2##

ÍF skrivaði neiliga søgu við at enda aftast í Betrideildini við bert seks stigum. Talan er um slakastu úrtøkuna hjá nøkrum liði nakrantíð í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum aftaná 27 umfør.

Men ÍF flytur ikki niður, og nú ætlar ÍF at gera tað væl betur komandi kappingarár. Hetta slær formaðurin í ÍF, Dan Petersen fast. Ætlanin er at styrkja hópin hjá ÍF við nøkrum leikarum.

Dan Petersen greiðir frá, at ÍF fer fyrsta dagin at taka ein fund við venjararnar, Hans Jørgen Djurhuus og Kára Reynheim um eitt framhaldandi samstarv.

Á jaligu síðuni kann Dan fegnast um, at tað liggur í kortunum, at nýggja ítróttarhúsið hjá ÍF í Fløtugerði fer at standa klárt komandi kappingarár, og hetta fer at betra umstøðurnar munandi.

Dan fegnast um góða ungdómsarbeiði, og sær framtíðar glottar, har ÍF eisini eigur góðar landsliðsleikarar í teimum yngru landsliðunum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Dan Petersen segði í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1 ígjár. 

(Formansrundan: Dan Petersen, ÍF)