Í annaðkvøld klokkan 19 verður afturvendandi uppboðssølan hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.
- Uppboðssølan gevur felagnum eitt munandi íkast til raksturin. Tað staðfestir formaðurin í felagnum, Claus Olsen.
Sum vanligt verður uppboðssølan í húsunum á Gomlukai. Her fara tey at selja livandi seyð, krov og sundurlimað krov. Onkur einstakur sperðil verður á uppboðssølu, og sum nakað nýtt fara tey eisini at selja lundar.
Væl av fólki plagar at savnast, tá uppboðssøla er, og tá ber sjálvsagt eisini til at bjóða. Men, longu nú ber til at bjóða talgilt.
- Tey, sum vilja síggja akkurát, hvat er til sølu og hava hug at bjóða, kunnu gera tað um leinkjuna - http://gevbod.com/?fbclid=IwAR3cjPSVQNCRTIIG-gwPuQ3FbcP-dNWHFQPao6yJfcnj90o7BJ3K3UbllxQ
##med2##
Claus Olsen sigur, at tey fara at selja 12 livandi seyðir, ein veðr og 11 lomb. Síðan hava tey eisini fimm sundurlimað krov. Hetta eru seyðir, sum tey fáa fyri ymiskt arbeiði, tey gera fyri hagarnar, eitt nú at føra seyð ímillum.
- Inntøkurnar eru eitt stórur partur av fíggjarliga grundarlagnum undir felagnum, sigur formaðurin í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.
Claus Olsen vísir á, at hóast veturin ikki er komin av álvara enn, hava boð longu verið eftir felagnum til onkrar smávegis vindskaðar.
- Eisini hava boð verið eftir okkum at leita eftir fólki, eftir at onkur herfyri sá eina neyðrakett úti fyri fjørðinum í Hvalba. Men, har var einki at finna.
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag hevur annars fyrireikað seg til veturin. Tey stúra ikki, men fara at gera sítt besta og verða til reiðar at hjálpa, har tørvur verður.