Bústaðartørvurin hevur verið lýstur í Sosialinum herfyri, og nú hevur Katrin Dahl Jakobsen sett mentamálaráðharranum Tórbjørn Jacobsen fyrispurning um bústaðartrupulleikarnar hjá lesandi.
Katrin Dahl Jakobsen, hevur spurt um landsstýrismaðurin veit at siga, hvussu stórur bústaðartørvurin er hjá okkara lesandi? Og hon vil eisini hava at vita, hvønn vanda landsstýrismaðurin sær í, at skúlaungdómur verður tvungin út á privata leigumarknaðin? Og at enda vil Katrin Dahl Jakobsen hava at vita um nøkur ætlan er at bøta um bústaðarviðurskiftini?
Lættari
Í viðmerkingunum sigur javnaðartingmaðurin, at um somu tíð, sum stórar ætlanir eru fyri framman á útbúgvingarøkinum, er líkt til, at spurningurin um bústaðarmøguleikar verður gloymdur.
? At neyðin hjá teimum ungu nú er vorðin so stór, at nógv teirra eru givin at søkja sær innivist, ber boð um, hvussu vánaligar umstøðurnar veruliga eru.
? Somuleiðis, at tað eru tey, sum heldur fara til Danmarkar undir miðnámsútbúgving, tí at tað er lættari at fáa innivist har.
? Skal okkara ungdómur fáa sum mest burtur úr skúlagongdini, ber ikki til at bjóða teimum umstøður, sum gera tað so óliviligt, at arbeiði kemur fram um lesnaðin, sigur Katrin Dahl Jakobsen í viðmerkingunum til spurningarnar.