Tórshavnar Býráð fer nú at viðgera spurningin um Tjópallurin skal flytast av Skálatrøð, ella ikki.
Tað sigur Annika Olsen, bogarstjóri í Havn, eftir at Tórshavnar hevur fingið undirskrift frá yvir 2400 fólkum, sum hava mótmælt ætlanini at byggja Tjóðpallin á Skálatrøð.
Landsstýrið og Løgtingið hava annars tosað í fleiri ár um at byggja Tjóðpall í Føroyum, og tað eru fleiri ár síðani at Tórshavnar Býráð samtykti við stórum meiriluta, at hann skal vera á Skálatrøð.
Men nakað síðani tóku tey, sum vara av handlinum hjá Valdemar Lützen stig til at savna inn undirskriftir fyri at mótmæla, at tjóðpallurin verður á Skálatrøð, og úrslitið av tí var, at yvir 2400 fólk skrivaðu undir.
Eitt, sum fólk hava stúrt fyri, eru parkeringsviðurskiftunum, men tey halda eisini, at eitt tjóðleikhús er eitt alt ov stórt hús at hava á Skálatrøð, og tey halda somuleiðis, at tað er skeivt, at einasta stóra plássið mitt í Havnini, verður tikið til at seta ein bygning á.
Og Annika Olsen sigur, at nú fer býráðið at viðgera spurningin, og tað fer býráðið at gera við virðing fyri teimum 2400 fólkunum, sum hava mótmælt.
Hon sigur, at í hesi viðgerðini fara tey at taka øll viðurskifti við, eisini parkeringsviðurskiftini. Men hon leggur afturat, at treytin fyri, at Tórshavnar Býráð fer at góðkenna, at Tjóðleikhúsið verður á Skálatrøð, er, at parkeringsviðurskiftini verða loyst samstundis við einum parkeringshúsi, ella parkeringstunli.
Men býráðið fer eisini at viðgera spurningin við atliti at umhvørvinum og teimum bygningum, sum annars eru har um vegir.
Hinvegin hevur hon einki boð upp á hvat úrslitið verður, og um Tórshavnar Býráð hevur nakað annað stykki, sum tey halda, at Tjóðleikhúsið kann byggjast á.
Hon vísir á, at tá ið býráðið samtykti at Tjóðleikhúsið skal vera á Skálatrøð, vóru eingi mótmæli, men hon vísir eisini á, at nú er eitt nýtt býráð, og hetta býráðið hevur ongantíð viðgjørt spurningin um Tjóðleikhús.
Hinvegin heldur hon, at Tjóðleikhúsið skal verða í Havn, tí annars er tað ikki eitt tjóðleikhús.
Her kann viðmerkja, at onkur av teimum, sum hava sagt sína hugsan um málið, hava skotið upp at byggja Tjóðleikhúsið í Sortudíki, tí so er tað beint við Norðurlandahúsið, og so kunnu tey bæði mentanarhúsini brúka hentleikar hjá hvørjum øðrum.
Onkur annar hevur skotið at flutt oljutangarnar á Viðarnesi og at byggja Tjóðleikhúsið har ístaðin.