Tað var um áttatíðina í gjárkvøldið, at boðað varð frá eldi í einum asfaltsvirki hjá Articon skamt norðan fyri stórhøllina við Tjarnir í Hoyvíkshaganum.
Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn, so var eldurin kortini ikki so stórur, sum upprunaliga varð hildið. Har var rættiliga nógvur roykur, men fyribils sær skaðin ikki út til at hava verið so stórur, sum hildið var í gjárkvøldið, sigur vaktleiðarin.