Fara nú at tosa við vestmenningar og sundafólk

Kvívíkar kommuna ætlar ein keypa ein part av einum røktarheimi

Kvíkar Kommuna fer nú í samráðingar við Sunda Kommunu og Vestmanna kommunu um at keypa ein part av røktarheiminum.

 

Tað varð samtykt á bygdaráðsfundi í Kvívík í gjárkvøldið, sigur sigur Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík.

 

Seks kvívíkingar liggja á røktarheimi í løtuni, fýra á røktarheiminum á Grønanesi í Vestmanna og tveir á Mørkini í Streymnesi.

 

Men fyri at tryggja kvívíkingum eitt ávíst tal av røktarheimsplássum, kannar bygdaráðið í Kvívík nú møguleikarnar fyri at keypa ein part av einum røktarheimi.

 

Í hesum sambandi hevur Sunda Kommuna bjóðað kvívíkingum at keypa seks pláss á Mørkini fyri 900.000 krónur hvørt . Vestmanna Kommuna hevur bjóðað kvívíkingum at keypa nøkur fleiri pláss, men fyri 1,3 milliónir hvørt.

 

Á bygaráðsfundi í gjárkvøldið varðsamtykt at fíggjarnevndin hjá Kvívíkar bygdaráð skal taka upp samráðingar við Vestmenningar og sundafólk um viðurskiftini og um tær nágreiniligur treytirnar.

 

Tá ið ein niðurstøða er funnin, skal málið leggjast aftur fyri bygdaráðið at taka endaliga støðu.

 

Dánjal Petur Müller sigur, at ein loysn kann vera, at kommunan keypir nøkur pláss í Vestmanna og nøkur pláss í Streymnesi.