##med2##
Borðtennis sendir átta íðkarar til oyggjaleikirnar í Gibraltar. Fýra menn og fýra kvinnur. Fýra úr donskum feløgum, og fýra úr føroyskum feløgum.
Formaðurin í borðtennissambandinum, Andras Nolsøe greiðir frá, at føroyska liðið hevur vant nógv, og undan oyggjaleikunum hevur hópurin verið á venjingarlegu í Suðuroy.
Í liðkappingini skulu Føroyar royna seg móti Alderney og Grønlandi. Dystirnir millum Føroyar og Grønland eru ofta javnir.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Andras Nolsøe í SMS farna leygardag.
Føroyska landsliðið til oyggjaleikirnar:
Menn:
Eyðun F. Ellendersen (Sisu/MBK)
Fróði Fríðason Jensen (Amager BTK)
Hallur Thorsteinsson (Amager BTK)
Pætur Albinus (Tór)
Kvinnur:
Anna Mikkjalsdóttir (Sisu/MBK)
Britt Michelsen (TBF)
Rakul Mikkjalsdóttir (TBF)
Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)
Venjari:
Simon Nykjær-Fisher
Hjálparvenjari:
Peter Hentze Niclasen