Farið verður undir seinastu sýningarnar av stórleikinum "Per Gúnt"

TíÐindaskriv

Per Gúnt á Gamla Meiarínum hevur verið spældur 19 ferðir.
Eftir páskir fer Gríma undir seinastu sýningarnar av sjónleikinum "Per Gúnt".
Leikurin hjá Henrik Ibsen og við leikstjórn hjá Eyðuni Johannessen hevur verið sera væl umtóktur bæði millum áskoðarar og ummælarar. Síðan frumsýningina 22. mars hava yvir 1.600 fólk sæð leikin.
Ummælarnir søgdu millum annað:
Kim Simonsen, Sosialurin: "Eyðun og Gríma 13 fyri megnar Per Gúnt leik"
"Í tríggjar tímar eru vit slept inn í eina gandaverð. Har eru trøll, har er svik, gorlakkar, villur grátur, deyði og stór sorg. Har er melankoli og fløktar lívsgátur. Men mest av øllum er har sjónleikur, tá hann er bestur. Veruligt drama og sorg av greskum dimensiónum"
"Hetta er ein leikur fyri øll. Fólkaskúlaklassar, miðnámsnæmingar serligani. Eg ynski øllum Føroya fólki, at tey brúka 125 krónur og fáa hetta við. Sløkkið sjónvarpið og skrubba av til sjónleik. Hatta eru eini góð ráð. Føroyski veturin er lættari at liva við aftan á. Øll kunnu læra nakað um seg sjálvan av hesum stóra Ibsen drama. Gúnt er betri enn solarium, klænkiskeið. Gúnt er í støðum eins spennandi sum ein landsdystur millum Føroyar og Týskland, har Føroyar eru á odda 2-0."
Jógvan E. Ósa, Sosialurin: "Leiklistin stórtrívist her á landi ? og seinasta prógvið er Per Gúnt"
Carl Johan Jensen, Fregnir: "Vilt, fyndugt og fyrilitsleyst"
"Sýningin er stutt sagt framúrskarandi, hon hevur bæði flog og fynd.
Hetta er føroyskur sjónleikur, tá ið hann er bestur og tað er ikki ovsagt at betri undirhald er ikki og hevur verið í boði í Havn og í langa tíð."

Beata L. Samuelsen, Dimmalætting, "Ibsen gamli bretti sær á í Meiarínum"
"Tað andaði av leikandi og heimsferðandi list, tá leikbólkurin Gríma nærum full mannað legði alla sína orku í Per Gúnt".

Sýningarnar týs-, miku-, hós- og fríggjakvøld eru kl. 19.30.
Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni, og við dyrnar 1 tíma undan sýning.