Seinastu dagarnar eru hundraðtals av flóttafólkum komin til suðurdanska býin Rødby við bátinum frá týska býnum Puttgarden.
Flestu teirra hava tó ongar ætlanir um at steðga í Danmark, men seta beina kós móti Svøríki. Danmark Radio skrivar, at bara í morgun eru millum 100 og 200 flóttafólk, ið eru rýmd av hotellum í Rødby og eru farin til gongu á motorvegnum til Svøríkis.
Hóast løgreglan roynir at hjálpa teimum og bjóða teimum vatn, so nokta flóttafólkini at taka móti hjálp frá donsku løgregluni.
- Tey taka ikki móti vatninum. Tey virka øgiliga bangin fyri løgregluni og halda møguliga, at vatnið er eitra, sigur Trine Marie Ilsøe við DR.
Sambært Danmark Radio, so hevur løgreglan tó stýr á støðuni.
Ein av orsøkunum til, at flóttafólkini ikki ynskja at steðga í Danmark er at Dublin-sáttmálin ásetir, at tað er í landinum har flóttafólk fyrst verða skrásett, at teirra mál verður viðgjørt. Tískil vilja fólk helst sleppa fram til tað landið, ið tey ynskja at søkja friðskjól í, áðrenn tey skráseta seg.