Farleiðin norðan fyri Amerika opin

Kanadiska stjórnin hevur lýst ta sonevndu Útnyrðingsleiðina sum opna farleið

Avgerðin hjá kanadisku stjórnini merkir ikki, at eingin ísur er á leiðini, men at tað ber til at sleppa vesturum við at sigla ímillum ísfjøllini. Men avgerðin er eisini eitt tekin um, hvussu nógv og hvussu skjótt viðurskiftini norðan fyri kanadisku strendurnar broytast, skrivar AP.

Nakað av ísi er framvegis í tí eystara partinum av farleiðini, men har vesturi er so lítil ísur eftir, at sambært kanadisku myndugleikunum verður leiðin ísfrí innan ein mánað ella so. Kortini ávara myndugleikarnir um, at ísur kann brotna burtur av kantinum og reka útfrá, og tí skulu skip vísa størsta varsemi.

Áhugin fyri at brúka Útnyrðingsleiðina er stórur, og tað eru bæði handilsskip, ferðamannaskip og stuttleikaskip, sum vilja sleppa at royna leiðina. Teir kanadisku sjóferðslumyndugleikarnir siga, at í løtuni sigla umleið 50 skip í tí tí kanadiska partinum av tí arktiska økinum, og at tey flestu eru handilsskip.