Foreldrafelagið fegnast yvir avgerðina hjá kommunala eftirlitinum um, at kontantstuðulin til børn í aldrinum 6-12 mánaðir, sum ikki eru í kommunalari ansing, ikki varð heimilaður í lóg og nú verður tikin av. Felagið hevur fleiri ferðir bæði so og so víst Tórshavnar kommunu á skeivleikan at útvega pening til loysnir, sum beinleiðis eggja til svart arbeiði og sum ikki síggjast aftur.
Vit eru greið yvir, at avgerðin rakar meint hjá tykkum foreldrum, og eisini hjá foreldrum í Foreldrafelagnum, sum hava lagt sær ansing til rættis eftir stuðlinum. Men aðalmálið hjá okkum er eittans - at vísa lands- og kommunalpolitikarum á tørvin á góðkendum ansingarplássum.
Tórshavnar kommuna hevur í fíggjarárinum 1999 sett 1,8 mill. krónur av til kontantstuðul, og sostatt hevur kommunan prógvað, at hon hevur ráð til at seta hesa upphædd av, bara til barnaansingina. Kommunan eigur tí at finna út av, hvussu hon fær mest burtur úr hesum pengum. Í viðmerking til útvarpið herfyri segði Leivur Hansen, borgarstjóri, at peningurin skal nýtast á ansingarøkinum.
Hví ikki royna skipanina av
Um kommunan ger av at gera ein nýggjan stovn og fær hann góðkendan av avvarðandi myndugleikum (Almannastovuni, Landslæknanum, Arbeiðseftirlitinum og Brunaumsjón Landsins) eigur Føroya Landsstýri vísandi til 1. barnaforsorgarlógina, 2. kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt, 3. kunngerð um dagstovnar, dagrøkt og døgnstovnar fyri børn og ung, og 4. lóg um býti av almannaútreiðslum v.m., sambært óheftum løgfrøðingum, frá tí degi stovnurin letur upp, at fíggja 60% av húsaútreiðslunum og 30% av rakstrinum. Tí skuldi einki verið til hindurs fyri, at kommunan fór at útvega fleiri ansingarpláss.
Hvussu stórur er tørvurin
Trupulleikin er bert, hvussu nógv ansingarpláss hava vit tørv á? Øll hesi ár, skipanin hevur virkað, fóru/fara øll av burðarsong við eini umsókn á ansingarskrivstovuna fyri at skriva børn síni á upptøkulistan, av tí, at tað er uppskrivingardagurin, ið telur, tá ið foreldur ynskja ansing - summi tí tey veruliga hava tørv, og onnur bert fyri at tryggja sær, at tey fáa eitt ansingarpláss fyrr ella seinni. Hetta inniber, at øll børn, sum verða fødd í Tórshavnar kommunu, verða skrivað upp á upptøkulistan til dagrøktar- og stovnspláss.
Framrokningar, ið lýsa ansingartørvin
Um føðingardagurin hjá barninum er galdandi sum uppskrivingardagur, er tað als eingin orsøk til at skriva barnið upp fyrr enn ansingarpláss ynskist og tá standa bert børn, sum hava tørv á ansignarplássi, á listanum. Tá hevði borið til at gjørt nágreiniligar framrokningar, hvussu stórur tørvurin veruliga er á ansingarplássum.
Fleiri danskar kommunur nýta føðingardagin hjá barninum sum uppskrivingardag og hava sera góðar royndir við skipanini.
Fyri og ímóti
Virkandi reglur til upptøku í ansingarskipanina gevur Tórshavnar kommunu ein stóran trupulleika, sum tey fyri alt í verðini ikki vilja loysa so einfalt sum at lata føðingardagin hjá barninum verða galdandi sum uppskrivingardagur, tá ið foreldur ynskja ansingarpláss. "Nei," siga kommunalpolitikarar, tí so fáa fleiri útisetar og aðrir tilflytarar, sum flyta til kommununa ansingarpláss til børn síni, fram um okkum, sum hava búð og goldið skatt til kommununa alla okkara tíð!
Hetta "argumentið" er sera tunt og eftir okkara meting ikki serliga væl gjøgnumhugsað, tí um hugt verður eftir, hvørji fólk flyta til kommununa, so eru tað í flestu førum fólk, sum hava verið uttanlands í lestrarørindum og sum koma at gjalda stórar upphæddir av skattakrónum í lands- og kommunukassan. Allar hesar krónur, ið kundu verið við til at skapa fleiri ansingarpláss, siga vit nei takk til, og útisetar so sum serfrøðingar, læknar og onnur setast aftur orsakað av, at vit ikki kunnu útvega teimum nøkur fá ansignarpláss.
Hinvegin taka vit føroyingar sum eina sjálvfylgju, at børn okkara fáa somu viðgerð í t.d. einari danskari skipan sum danir, um vit flyta hagar.
Spurningurin er, um land og kommuna hava rætt til at seta hesi fólk til síðis, bert tí at tey vórðu noydd til at fara av landinum at fáa sær útbúgving, tí í flestu førum ikki er møguleiki fyri at nema hægri lestur her á landi. Samstundis loyva bæði land og kommuna sær at søkja eftir fólki til ávís størv við hollum kunnleika innan búskap, løgfrøði o.a. og helst við fleiri ára royndum.
Farloyvisskipan við skapa fleiri tøk ansingarpláss
Eitt annað, sum landsins politikarar eiga at gera sær púra greitt er, um foreldur høvdu møguleika fyri at fingið foreldrafarloyvi upp til eitt ár eftir barnsburðarfarloyvið var liðugt, vildi hetta uttan iva loyst upp fyri einum stórum parti av trupulleikanum og givið stovnunum/dagrøktini eitt stórt luftrúm, um nærum øll børn í aldrinum 6-18 mánaðir vóru heima hjá foreldrunum. Farloyvið skal sjálvandi vera eftir egnum ynski og við eini løn, sum vit kunnu liva av uttan at fara á húsagang, akkurát sum tey gera í londunum rundan um okkum.
Farloyvisskipanin hevði spart landi, kommunu, o.ø. fyri, til tíðir alt ov nógvar barnasjúkradagar, sjúkrarøkt og heilivág.
Døgnstovnur
Sum er hava vit ongan døgnstovn til tey børn, hvørs foreldur arbeiða "skeivar " tíðir. Børnini hjá hesum fólkum hava eisini tørv fyri at koma út saman við øðrum børnum og eru tí í ansing í dagtímunum, sjálvt um foreldrini veruliga hava tørv á ansing í kvøldar- og náttartímunum.
Tað er ófatiligt, at vit ikki eru komin longur og hava so ilt við at ganga nýggjar leiðir. Tíðin er farin, tá ið konan gekk heima og tað verða vit bara noydd til at góðtaka.
Lands- og kommunalpolitikarar eiga at hugsa øðrvísi
Hevur Tórshavnar kommuna nakran vilja til at loysa trupulleikarnar á ansingarøkinum, eigur hon at raðfesta allar hesar trupulleikarnar og seta sær nøkur mál, og ikki hanga seg í eina gamla "avoldaða" upptøkuskipan, sum týðiliga prógvar, at hon ikki virkar.
Landspolitikarar eiga at síggja trupulleikan sum eina landsuppgávu og syrgja fyri, at hann verður loystur.
Trupulleikin er ikki størri enn so, at hann kann loysast, um tann politiski viljin er til staðar.