Farmaforboð steðgar postflutningi úr Nuuk

- Tað kemur illa við, at vit ikki kunnu senda post av landinum um floghavnina í Nuuk, verður sagt í grønlendska postverkinum

Í síðstu viku misti Greenland Airport í Nuuk sítt loyvi at handfara og flyta flogfarm úr Nuuk til Danmarkar og onnur lond.

 

Orsøkin er, veit Sermitsiaq at siga, at floghavnin í Nuuk ikki livir upp til tey krøv, sum eru galdandi fyri at handfara og snarkanna flogfarm.

 

Tað var Trafikstyrelsen, sum tók hesa avgerð fríggjadagin eftir eina eftirlitsvitjan á flogvøllinum.

 

Úrslitið av hesum er, at eitt nú sendingar hjá grønlendska postverkinum standa og bíða, tí Air Greenland sleppur sum er ikki at taka postin við til Keypmannahavnar.

 

- Tað kemur illa við, at vit ikki kunnu senda post av landinum um floghavnina í Nuuk. Vit fylgja gongdini neyvt og vóna, at hetta verður broytt skjótast gjørligt.

 

Tað sigur fíggjarstjórin í grønlendska postverkinum, Nikolaj Christoffersen.

 

Hann vísir á, at vanliga fara 150 til 200 kilo av posti til Danmarkar um vikuna.

 

- Vit taka framvegis ímóti posti, sum skal úr Nuuk til Keypmannahavnar, men vita ikki í løtuni, nær posturin sleppur avstað, sigur fíggjarstjórin í Tusass, sum er navnið á grønlendska postverkinum.

 

Meira kann lesast um hetta á www.sermitsiaq.ag