Farnir út at skjóta hval

Íslensku hvalabátarnir fóru út í gjárkvøldið. Teir hava loyvi at skjóta 154 sildrekar.

Tveir íslendskir hvalabátar, Hvalur 8 og Hvalur 9, loystu í gjárkvøldið og fóru at leita eftir hvali úti fyri Faxaflógva á Vesturlandinum.

 

 

Hetta fiskiárið hava bátarnir hava loyvi at skjóta 154 sildrekar teir næstu tríggjar mánaðirnar, og teir verða skornir upp á hvalastøðini á Hvalfirði. Í fjør kom tann fyrsti sildrekin til lands tann 18. juni. 

 

13 mans eru við hvørjum hvalabáti, og umleið 100 fólk arbeiða á hvalastøðini, tá bátarnir koma inn við hvali, skrivar Morgunblaðið.