Klokkan 14.10 fríggjadagin verður tann seinasta Firmakappingin - spurnarkappingin - í 2. umfari á FM1.
Tað verða Faroe Express og MRCC, ið fara at kappast. Vinnarin verður millum seks tær seinastu fyritøkurnar í Firmakappingini hjá FM1.
Øll kunnu hoyra Firmakappingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Kappast verður annars soleiðis komandi vikurnar:
21. februar verður lutakast um hvør skal møtast í undanhálvfinalunum og hálvfinalunum.
28. februar verða tvær undan-hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.
6. mars verða tvær hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.
FINALAN verður fríggjadagin 13. mars klokkan 14.10.
Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.