Hóast tað gongur væl í uppsjóvarvinnuni, so gav raksturin hjá uppsjóvarvirkinum í Kollafirði hall í fjør upp á góðar 12 milliónir krónur.
Tað vísir roknskapurin hjá P/F P. P. Faroe Pelagic, sum er kunngjørdur á vinnuvitan.biz
Bruttovinningur felagsins var í fjør góðar 3 milliónir krónur, sum er ein tíggjundapartur av úrslitinum árið fyri.
Starvsfólkakostnaðurin var 18,6 milliónir krónur í mun til 21 milliónir krónur árið fyri.
Eginognin hjá felagnum er nú 837.000 krónur, harav partapeningurin er 500.000 krónur. Samlaða skuldin hjá felagnum er 105 milliónir krónur.
Á virkinum hjá Faroe Pelagic í Kollafirði starvaðust 95 fólk í fjør.
Í frágreiðingini til roknskapin skrivar leiðslan, at hon er ikki nøgd við úrslitið. Leiðslan skrivar eisini, at so at siga øll sølan hjá felagnum er til útlandið, og tí er felagið í stóran mun ávirkað av gongdini í altjóða búskapinum og serliga evropiska búskapinum. Hendan váða leggur felagið stóra orku í alsamt at minka við at finna keyparar í ymsum londum og ikki gerast bundið av fáum keyparum.
Felagið sigur eisini, at tað framhaldnadi fer at leggja stóra orku í at betra lønsemið. Mett verður, at úrslitið komandi ár verður betri.