Fartelefon-ruðuleiki á oyggjaleikunum

Tá ið oyggjaleikirnir verða í Hetlandi seinni í ár, er ikki óhugsandi, at reinur ruðuleiki verður á fartelefonøkinum.

Í summar verða oyggjaleikirnir í Hetlandi. Talan verður um størsta einstaka tiltakið nakrantíð í Hetlandi, og hetta fer óivað at seta eitt veldugt trýst á avmarkaða fartelefonnetið í oyggjunum.
 
Bert 90 samrøður samstundis
Núverandi fartelefonnet í Hetlandi er ógvuliga avmarkað, og netið rúmar einans 90 samrøður samstundis. Hetta hevur við sær, at tað er púra vanligt í Hetlandi, at eitt nú á nýggjárinum og beint eftir skúlatíð gerandisdagar kann tað verða trupult at fáa tóna, tá ið ein skal ringja við fartelefonini.
Havandi í huga at tað koma okkurt um 3.000 íðkarar og áskoðarar til Hetlands í sambandi við oyggjaleikirnar, sum flestøll óivað hava fartelefon við sær, er ikki torført at ímynda sær, at talan kann gerast um rættuligan fartelefon ruðuleika, meðan leikirnir eru.
Hetlendsku myndugleikarnir siga við Shetland News, at arbeitt verður við at loysa trupulleikan, og stóra telefyritøkan Vodafone er farin at kanna, um tað kann loysa seg hjá teimum at gera eina fyribilsloysn, sum økir um kapasitetin á hetlendska fartelefonnetinum, meðan oyggjaleikirnir eru.
Fyrireikararnir av oyggjaleikunum í Hetlandi siga tó, at væntandi faratelefon-kapasiteturin ikki fer at hava nakra ávirkan á leikirnar sum so, tí tað mesta av samskiftinum í sambandi við kappingar fer fram umvegis walkietalkie ella fastnettelefon.