Farvæl, SMS

Aftan á 21 ár við handlinum Feðgar í SMS ætlar kontroversielli handilsmaðurin Kári Müller nú at leita aðrar leiðir

Niclas Johannesen


? Hetta er eitt framúr tilboð!

Sigur Kári Müller og sipar til, at handil hansara Feðgar í prinsippinum er til sølu. Handilsmaðurin, sum í 21 ár hevur selt slips og klædningar í SMS, ætlar ikki at gera nýggja sáttmála um at leiga hølini í SMS.

Í Dimmalætting hósdagin er lýsing, har stjórin Hans Mortensen ger vart við, at 1. februar vera hølini, har Feðgar heldur til, leigað út til nýggjan leigara. Ein treyt er, at viðkomandi ætlar at selja harrattoy. Júst sum Kári Müller hevur gjørt í eina kvart øld.

Kári, hvat ætlar tí so at gera?

? Ja, hvør veit. Eg haldi, tað er upp á tíðina at lyfta eyguni og síggja eina aðra verð uttan fyri SMS. Nú havi eg verið her hvønn morgun og hvønn dag í 21 ár. Eg vil royna okkurt nýtt. Kanska Bacalao er ein møguleiki.

Heldur tú nakað flakavirki skoytir um ein slipsaseljara?

? Eg kundi ikki annað verið pavsuklovnur. Og so kundi eg ringt til Dan Klein fyri at fáa heitastu nýggjheitirnar, sigur Kári Müller, flennir, og ger annars vart við, at hann ta tíð tað var arbeiddi á Bacalao, at hann hevur arbeitt á bilverkstaði, at hann hevur verið hovmeistari við Smyrli einaferð í 70'unum og at hann sanniliga eisini hevur siglt við Ísborg.


Frískur og beskeðin

Kári Müller leggur dent á, at talan er ikki um nakra ósemju millum seg og leiðsluna í SMS.

? Her er ikki talan um nakran stríðsspurning. Hin handilin hjá mær, Skálkur, fer framvegis at halda til í SMS, og sonur mín fer framvegis at standa fyri rakstrinum.

Kári stendur kortini við eitt vegamót og staðfestir:

? Eg er 48 ár, frískur og væl fyri. Eg havi altíð verið ein beskeðin, stillfærdigur og róligur maður, og nú er tíðin komin, har eg ætli at hyggja aðrar leiðir, sigur Kári og leverar dagsins longsta látur.

Men kanst tú ikki siga okkum, hvat tú ætlar at gera?

? Tað veist tú ongantíð. Eg ætli mær ið hvussu er at leggja á annan bógv. Hvat spyrst burtur úr veist tú ongantíð.

Handilsmaðurin leggur annars dent á, at tað átti at verið góðbiti hjá onkrum ungmanni at roynt at keypt Feðgar.

? Hugsa tær, so kann tann, ið keypir fáa kjansin at liva sum Kári Müller, ið hevur livað sum ein millióningur. Hetta er eitt framúr tilboð!

Hvat skal tú hava afturfyri?

? Ja, tað krevur sjálvsagt, at viðkomandi hevur eitt sindur av pengum í fóðrinum. Hann skal ikki vera eigasørur. Men samstundis fær ein keypari ein handil, ið er væl rikin.

Hvat nú, um eg bjóði tær 100.000 krónur. Hvat sigur til so?

? Tað røkkur kanska til sokkastativið! Nei, nei. Nú kasti eg bóltin út. Og so mugu vit síggja um nakar loftar honum. Tað er møguligt, at eg verið hangandi her eina løtu aftrat, sigur Kári og skoytir uppí.

? Der er noget i luften!

Ja, hvat er í luftini. Kanst tú ikki fortelja okkara lesarum, tínum kundum, hvat tú ætlar?

? Lívið er spennandi! Lívið er deiligt!

Sigur Kári Müller og leggur okkum eina við at senda ein myndamann at taka nýggja mynd. Tað, tú júst hevur lisið, eru stórtíðindi, skilst.