Shipping 08
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna, sum umsitir FAS-skipanina, hevði eisini framløgu á Shipping Føroyar 2008.
Hon segði, at hon í sínum starvi sum landsstýriskvinna ynskir at leggja stóran dent á nýmenning, sum hon tók til, og við nýmenning segði hon seg hugsa um nýggj potentiali hjá verandi vinnum og at birta uppundir møguleikan fyri nýggjum vinnum.
- FAS-skipanin er ein partur av okkara sjóvinnu, og hetta er samstundis ein av teimum vinnum, har vit hava víðfevndar møguleikar at skapa eina vinnu, ið fer at kasta nógv av sær.
Landsstýriskvinnan vísti á, at føroyingar hava dyggari royndir enn flestu aðrar tjóðir innan sjóvinnu.
- Tí skal FAS umskipast og gerast kappingarfør, legði hon dent á.
Hon vísti á, at tá ið sitandi landsstýri varð skipað, varð FAS flutt úr fiskimálaráðnum og yvir í vinnumálaráðið, sum beinanvegin fór undir arbeiði at menna skipanina.
- Eg eri ógvuliga troytt av at hoyra um ætlaðar broytingar í FAS. Nú skal nakað gerast við hesa skipan – og tað verður mítt lyfti, at hetta skal gerast nú.
Bjørt vísti til samgonguskjalið millum landsstýrisflokkarnar sum staðfestir málið um ”at menna eina nýggja inntøkuvinnu á sjóvinnuøkinum. Tí verður Føroya Altjóða Skipaskráseting umskipað soleiðis, at hon verður kappingarfør við aðrar líknandi skipanir kring heimin”.
- Sostatt havi eg longu politiska undirtøku fyri hesum ætlanum, legði hon aftrat.
Stirvin skipan
Landsstýriskvinnan segði, at FAS upprunaliga varð stovnað fyri at varðveita føroysk skip undir føroyskum flaggi.
- Henda skipan er í dag ein lutfalsliga lítil skipan við umleið 40 skipum, har flestu eru smá og gomul skip, burtursæð frá flaggskipi okkara, Norrønu. Eftir at hava verið galdandi í 16 ár, tykist FAS statisk og uttan veruligt vakstrarpotentiali. Tí er neyðugt við munandi broytingum, so skipanin gerst kappingarfør við líknandi skipanir, eitt nú donsku DIS-skipanina, segði hon.
Bjørt segði, at verandi skattaskipan, sum er knýtt at FAS, ger mismun millum føroyingar og útlendingar, og millum manningar í FAS og manningar í teimum skipanunum, vit kappast við.
Gongd er í
Landsstýriskvinnan endurtók, at Føroyar skulu hava eina kappingarføra skipan, og soleiðis má verandi afturberingarskipan gerast betri, og kappingaravlagandi avgjøld skulu takast burtur.
- Vit eru saman við fíggjarmálaráðnum farin at hyggja upp á øll hesi viðurskifti, segði hon.
Men umframt hetta, segði Bjørt, at FAS-fyrisitingin skal samskipast eftir prinsippinum um “eina inngongd - ein avgreiðsla”.
- Tað skal gerast sera einfalt at skráseta skipini og fáa neyðugu tænastuna – alt á einum staði. Samstundis er neyðugt at hava gjøgnumskygni og góða samskipan í regluverkinum, so vit til eina og hvørja tíð eru dagførd í mun til lógir og reglur á økinum, segði landsstýriskvinnan.
Skapandi virksemi
Bjørt Samuelsen segði, at í fyrstu atløgu missir landskassin tær umleið 16 miljónir krónurnar, sum FAS í løtuni gevur í skattainntøkum. Men beinleiðis og óbeinleiðis virksemið av einari kappingarførari skipan fer at geva mangt slíkt. Hetta er virksemi sum umboðs- og meklaravirksemi, teknisk fyrisiting og viðlíkahald, manningarfyrisiting, trygdar- og verndarfyrisiting, fíggjarvirksemi, útbúgvingar- og skeiðvirksemi, løgfrøðingar, grannskoðarar, eftirlit, trygging og annað virksemi.
- Ein stórur handilsfloti fer eisini at veksa um okkara útlát av CO2, men hesi skip lata út somu mongd av CO2 uttan mun til, hvar tey eru skrásett. Kyoto er ikki galdandi fyri handilsskip og økir tí ikki um okkara útlát.
Hon vísti á, at framtíðar reglur um minking av útláti verða í framtíðini ásettar í altjóða samhaldsføstum konventiónum við tillagingartíð, og skulu vit sjálvandi vera virkin í hesum arbeiði.
Á hægsta stigi
- Vit vilja, at Føroyar skulu bjóða fram eina tænastu, sum er fíggjarliga og tøkniliga kappingarfør við fremstu kappingarneytarnar, og tá ið ræður um trygd fyri manning og umhvørvi annars er á allar hægsta støði.
Landsstýriskvinnan segði, at hon miðvíst fer at arbeiða fyri einum góðum samanspæli við vinnuna til tess at menna verandi skipan til ein virknan, sjónligan og kappingarføran leikara í altjóða sjóvinnu.
- Føroya Altjóða Skipaskráseting skal flyta seg, so hon gerst ein verulig altjóða skipan fyri handilsskip kring allan heim, segði Bjørt Samuelsen.