Fastan kropp við nýggjari viðgerð

Við eini nýggjari vøddaviðgerð ber nú til at stramma kroppin upp, har sum venjing ella klænkikurar ikki røkka. Nýggja tólið hjá Margee Dam á Klinikk Rósan í Klaksvík kann hartil máta, hvussu nógv feittið í kroppinum er svunnið eftir viðgerðina

Fólk, ið hava klænka seg, hava minkað um ítróttarvenjingina ella kvinnur, ið hava átt, vita alt um, hvat hetta kann gera við vøddarnar. Teir gerast linir og ofta mest sum kvapsutir, og tað er nærum ógjørligt at simbra teir við vanligum vøddavenjingum. Men við nýggja Corpo 2 tólinum ber nú til at fáa tak á sjálvt teimu treiskastu vøddunum. Hvussu nógvar viðgerðir brúk er fyri, veldst um, hvussu linir vøddarnir eru, men eftir 10 viðgerðir er tað heilt týðiligt, at kroppurin er vorðin bæði fastari og vakrari, sigur Margee Dam, kosmetolog og massørur

Sjón fyri søgn
Hendan morgunin, vit støkka inn á gólvið í Rósuni, liggur ein ung kvinna á briksini og fær vøddaviðgerð. Kvinnan greiðir frá, at tað seinastu mánaðirnar er eydnast henni at missa rættiliga nógv kilo, men hon var ikki heilt nøgd allíkavæl.
- Eg hevði nátt ta vektina, eg ynskti, men húðin á afturpartinum og lørunum var framvegis leys, og tað sá also ikki serliga pent út. Eg royndi alskyns ymsar venjingar, men eg sá ongan mun. Til endan visti eg stutt sagt ikki, hvat annað eg sjálv kundi gera, sigur kvinnan, sum eitt sindur av tilvild hoyrdi um nýggju vøddaviðgerðina.
Eftir nakrar fáar viðgerðir byrjaðu fyrstu góðu úrslitini at vísa seg, og kvinnan greiðir frá, at hon beinanvegin føldi, at hetta var nakað heilt annað.
- Eg føli væl, at her hendir okkurt - vøddarnir blíva heitir, og tað er akkurát sum, at teir sitra, sigur hon. Og vit fáa sjón fyri søgn, tí tað sæst týðiliga, hvussu ristingarnar fara undir húðini oman eftir lørunum.

Avlopsfeittið drenað burtur
Samstundis, sum vøddarnir verða stimbraðir, verður avlopsfeittið drenað burtur. Tað ber enntá til at máta, hvussu nógv feittið er svunnið, ella hvar tað hevur flutt seg eftir viðgerðina, og hetta ger tað serliga hugaligt at halda fram. Margee Dam leggur tó áherðslu á, at hetta nýggja tólið ikki er nøkur klænkimaskina, sum kann tú kanst brúka í staðin fyri at royna at klænka. Vigar tú 10 til 20 kilo ov nógv, er tað fyrst ein heilsubetri liviháttur, sum má til, áðrenn tú kanst fáa røttu javnvágina í kroppin aftur.
Nýggja vøddaviðgerðin er eisini sera væl egnað til at fáa appelsinhúð burtur, at linna vøddapínu og fáa ferð aftur á blóðrenslið, um tú til dømis hevur sitandi arbeiði.
- Tað veldst um, hvønn tørv tú hevur, tí viðgerðin verður altíð lagað til tann einstaka, sigur Margee Dam, sum hevur holla vitan um viðgerðina og er fús at geva ráð og vegleiðing.