Fastbúgvandi gjáarfólk á felags mynd

Í samband við, at Gjógv varð nominerað til náttúru- og umhvørvisvirðisløn, var hugnaløta við Gjógv mánakvøldið.

Í samband við, at Gjógv varð nominerað til náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, var hugnaløta fyri bygdarfólkunum í bygdarhúsinum við Gjógv mánakvøldið. 

 

Thordis Dahl Hansen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, greiddi frá tilgongdini og túrinum yviri í Stokhólmi. Eisini vórðu myndir og filmsbrot víst á stórskíggja.

 

Til seinast á hugnaløtuni handaði Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, bygdarfólkunum eina gávu.

 

- 82 ára gamla Ebba Joensen tók í móti gávuni, sum var ein mynd tikin í summar av teimum fastbúgvandi gjáarfólkunum. 

 

Tað veit Sunda kommuna at siga, og lagt verður aftrat, at tað er Ásfinn Sigvardsen, sum hevur tikið myndina.