Ígjár fekk Føroya Fornminnissavn bræv frá Kirkjubøar kommunu, har boðað verður frá, at kommunan má hava nøkur viðurskifti lýst, eitt nú víðvíkjandi klimaskermunum og skúrunum, sum skulu setast upp í sambandi við bráðfeingisverjuna. Samstundis verður sagt, at kommunan er í holt við at gera neyvari konstruksjónsmessigar kanningar.
Vit noyðast at viðurkenna, at tað er upp til byggivaldið at meta, um tað krevst byggiloyvi til múrar, tí tað sigur Løgmansskrivstovan. Hinvegin undrar tað, at kommunan tykist at viðgera bráðfeingisverjuna sum eitt byggimál, tí tað sigur Løgmansskrivstovan heilt greitt, at tað ikki krevst byggiloyvi. Og tað er staðfest, sigur Arne Thorsteinsson, landsantikvarur á Føroya Fornminnissavni.
So átti eingin trupulleiki at verið?
Jú, trupulleikin er, at forboðið, sum kommunan setti okkum í mai, stendur við, sigur Arne Thorsteinsson.
Eingir tulkingarmøguleikar
Í blaðnum ígjár segði bygdaráðsformaðurin í Kirkjubøar kommunu, at kommunala eftirlitið hevur gjørt eina kúvending í málsviðgerðini.
Hana dugi eg ikki at finna. Í brævi sigur Løgmansskrivstovan: "Viðvíkjandi spurninginum, um byggiloyvi krevst til uppsetan av bráðfeingis verjuni av múrkrúnuni, verður víst til skriv landsstýrisins dagfest 22. juni 1998 til Fornminnissavnið og sum varð sent kommununi í avriti." Ein staðfesting av fyrra brævinum, sum segði, at byggiloyvi krevst ikki. Kúvendingina dugi eg ikki at finna, heldur tvørturímóti, sigur Arne Thorsteinsson.
At kommunan framvegis aftaná metingarnar frá Løgmansskrivstovuni viðger bráðfeingisverjuna sum eitt byggimál fati eg ikki. Har eru eingir tulkingarmøguleikar. Løgmansskrivstovan sigur, at loyvi krevst til skúrvognarnar og tí boyggja vit okkum fyri, hóast vit undrast yvir tað og aldri hava hoyrt um slíkt fyrr.
Svar uppá alt
Viðvíkjandi ítøkiligu spurningunum, sum Kirkjubøar kommuna vil hava svar uppá, sigur Arne Thorsteinsson:
Kirkjubøar kommuna hevur fingið alt tilfar, sum er í málinum og svar uppá allar spurningarnar, hon hevur sett. Spurningarnir, hon setir í brævinum, vit fingu ígjár, fekk hon svar uppá ígjár. Hví Kirkjubøar kommuna sigur, at hon ikki hevur fingið ymisk viðurskifti lýst nóg væl, veit eg ikki, tí hon hevur altíð fingið svar uppá alt beinanvegin, hon hevur spurt, sigur Arne Thorsteinsson.
Spurnartekin verður sett við, hvussu langa tíð arbeiðið fer at taka, og bygdaráðsformaðurin í kommununi sigur, at arbeiði, tit fara í holt við altíð taka longri tíð enn roknað frammanundan?
Ein og hvør stovnur er undirlagdur árligu fíggjarlógini og tí ráða vit ikki fyri. Men eg havi heilt avgjørt álit á, at arbeiðið, ið skal gerast í Múrinum í Kirkjubø verður gjørt til ásettu tíð. Tá ið tað verður farið í gongd verður ikki steðgað fyrr enn arbeiðið er liðugt. Vit hava eina tíðarætlan uppá fimm ár at gera tryggingar- og konserveringsarbeiði, sum eru neyðug í Múrinum. Hvussu fer at ganga í framtíðini er ómøguligt hjá mær at siga og eru órímilig krøv at seta einum og hvørjum, sigur Arne Thorsteinsson.
At kommunan hevur fatanir og hugburðir er heilt rætt og tað skal hon eisini hava loyvi til at úttala seg um. Men kommunan sum kommunan skal umsita eina lóggávu. At kommunan sigur, at hetta málið er eitt stórt mál skilji eg ikki rættiliga. Sum byggimál er hetta lítið, tí bráðfeingisverjan er ikki umfatað av byggilóggávuni sambært tí sum Løgmansskrivstovan sigur. Og skúrvognaloyvið kann ikki vera eitt stórt mál, tað fái eg meg ikki til at trúgva.
Sambært landsstýrismanninum verður farið undir arbeiðið um ikki so langa tíð?
Ja, tað rokni eg eisini við, sigur Arne Thorsteinsson, landsantikvarur í viðtali at enda.