Tveir teir fyrstu dystirnir í sjeynda umfari í Effo-deildini vóru spældir í kvøld. Víkingur hevði vitjan av TB, og HB hevði vitjan av B68. Talan var harvið um heimalið, sum eru í toppinum á støðutalvuni, og um útilið, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingarplássunum.
Kanska sást tað á avrikunum, at spælararnir vóru eitt sindur troyttir, eftir at teir sunnudagin spældu og harvið bara høvdu havt tríggjar dagar at koma fyri seg í, áðrenn teir aftur skuldu í eldin.
Serliga í Gundadali hevði heimaliðið bóltin væl meiri enn gestirnir, men har gekk tað ógvuliga illa at fáa hol á. Verjuspælið hjá B68 var væl skipað, so tað var torført hjá HB undan vindinum at spæla seg inn um verjuna. Innleggini vóru ikki neyv, og gjøgnumbrotini vóru fá og ikki við broddi í. Vandamiklast kendist tað at vera, tá ið talan var um deyðbóltsstøður.
Beinanvegin í seinna hálvleiki rakti Óli Højgaard Olsen hjá B68 í stólpan aftanfyri HB málverjan. So gekk tað mesta leingi fyri seg á B68 hálvuni, men B68 verjan var væl skipað. Síðsta korterið kendist tað sum um, at HB trýstið linkaði, og toftamenn tiltuskaðu sær okkurt horna
Fimm minuttir undan leikloki skoraði HB liðformaðurin og miðverjin Jóhan Troest Davidsen sigursmálið, tá ið hann við høvdinum eftir horna frá Christiani R. Mouritsen setti bóltin í málið.
Í Sarpugerði hevði Víkingur fríska lotið undan í fyrra hálvleiki. Tvøramenn vóru ongantíð niðurspældir, hóast teir longu stutt undan steðginum mistu liðformannin Rógva Joensen og talan ofta var um spentar støður í TB brotsteiginum. Einasta málið undan steðginum skoraði Andreas Lava Olsen, eftir at Philip Djordjevic hevði lagt innfyri úr høgru.
Eftir steðgin hevði TB vindin undan, og tað eydnaðist skjótt sera eyðsýnda Albert Adu, sum í kvøld var fremsti maður, at javna við fínum skoti. TB spældi við stórum sjálvsáliti. Hóast Víkingur hevði bóltin meiri, so kendist vandi vera á ferð hvørja ferð, tá ið Albert Adu bjóðaði av.
Sigursmálið skoraði Víkingur við brotssparki. Sølvi Vatnhamar varð feldur dygst innanfyri brotsteigarmarkið, og Hans Pauli Samuelsen umsetti brotssparkið til sigursmálið.
Víkingur-TB 2-1 (1-0)
1-0: Andreas Lava Olsen 38.
1-1: Albert Adu 50.
2-1: Hans Pauli Samuelsen br 67.
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup V. Olsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Andreas Lava Olsen (Magnus Jarnskor, 78.), Heðin Hansen (Jón Krosslá Poulsen, 57.), Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic (Jobin Drangastein, 88.)
Gult kort: Jákup Vatnhamar Olsen
Venjari: Sámal Erik Hentze
TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech, Árni Rúnar Ӧrvarsson, Teitur J. Olsen, Eirikur M. Ellendersen – Rógvi Joensen (Hervé Din Din, 42.), Ndende Adama Guéye, Salmundur Bech, Heini Mikal Mortensen (Signar Olsen, 84.), Teitur Justinussen (Kofi Appiah, 73.)– Albert Adu
Gult kort: Teitur Justinussen
Venjari: Robert F. Roelofsen
HB-B68 1-0 (0-0)
1-0: Jóhan Troest Davidsen 85.
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur Jespersen (Jákup F. Hansen, 90.), Ari Mohr Olsen (Fróði Benjaminsen, 46.) – Teit Jacobsen (Pál Mohr Joensen, 74.), Øssur Dalbúð
Gult kort: Øssur Dalbúð
Venjari: Jan C. Dam
B68: Ragnar Lindholm - Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Evrard Blé, Jógvan Ingvard Hansen – Óli H. Olsen, Ivan Joensen, Pedro Tarancon Anton, Hákun Edmundsson (André Olsen, 89.), Michal Przbylski (Esmar P. Clementsen, 74.) - Carlos Quintan Herrero (Otto Petersen, 86.)
Gult kort: Hákun Edmundsson, Ivan Joensen
Venjari: Páll Guðlaugsson
Í morgin
ÍF-Skála
B36-NSÍ
AB-KÍ
-----
LIÐUGT
2-1
Tað leyp einki av hjá Víkingi, men tað eydnaðist heimaliðnum í Sarpugerði at vinna 2-1 ímóti TB. Sigursmálið skoraði Hans Pauli Samuelsen við brotssparki, eftir at Sølvi Vatnhamar varð feldur óregluliga dygst innanfyri brotsteigarmarkið og mitt fyri.
Andreas Lava Olsen setti hol á í fyrra hálvleiki eftir innlegg úr høgru frá Philip Djordjevic, og stutt eftir steðgin javnaði Albert Adu við fínum skoti undan vindinum.
Víkingur var oman á størsta partin av tíðini, men talan var um spenning inntil síðsta bríksl. TB hótti alla tíðina, og Ndende á miðvøllinum og Albert Adu í álopinum vóru stak væl upplagdir.
90) 2-1
3 minuttir lagdir aftrat.
Salmundur Bech roynir seg úr brotsteiginum, men bólturin fer væl omanfyri Víkinga málið.
88) 2-1
Jobin Drangastein avloysir Philip Djordjevic hjá Víkingi.
86) 2-1
Tað er framvegis intenst og spennandi í Sarpugerði. Víkingar hava síðstu løtuna verið í onkrum spentum støðum í brotsteiginum hjá TB, men tað kennist vera stórur spenningur hvørja ferð TB bjóðar av frammarlaga á vøllinum, og gestirnir royna seg við langskotum undan fitta lotinum.
82) 2-1
Aignar Olsen verður settur inn á TB liðíð í staðin fyri Heina M. Mortensen.
78) 2-1
Albert Adu er støðug hóttan. Nú royndi hann seg við skoti úr 20 metrum og undan vindinum, men hann fór skeivu megin stólpan.
77) 2-1
Andreas Lava Olsen hjá Víkingi fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Magnus Jarnskor.
72) 2-1
TB skiftir út: Teitur Justinussen fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Kofi Appiah.
68) 2-1
GULT KORT. Jákup V. Hansen fyri óregluliga at steðga Albert Adu. Hans Pauli Samuelsen hevur roynt seg við vandamiklum frísparki, sum málverjin hálvbjargaði.
66) 2-1
2-1: Hans Pauli Samuelsen br
Sølvi Vatnhamar varð feldur í gjøgnumbroti dygst innanfyri brotsteigarmarkið mitt fyri, og Dagfinn Forná peikaði á ellivu metra blettin. Hans Pauli Samuelsen umsetti úr ellivu metrum og sera trygt og flatt til høgru fyri seg sjálvan og til 2-1.
65) 1-1
Tað er ikki so frískur vindur í Sarpugerði nú, sum tað var í fyrra hálvleiki, tá ið TB hevði vindin ímóti.
57) 1-1
Heimaliðið er týðuligt órógvað av, at TB undan vindinum hevur javnað til 1-1. Nú hevur Víkingur skift út. Av vøllinum er farin miðvallarin Heðin Hansen, og í hansara stað er komin álopsspælarin Jón Krosslá Poulsen.
52) 1-1
Nú er tað TB, sum hevur fríska vindin undan, og Albert Adu er ein støðug hóttan við sínum skjótleika og góða bóltførleika.
50) 1-1
1-1: Albert Adu
Við fínum skoti hevur fremsti maður hjá TB javnað.
Allir teir, sum vóru á vøllinum, tá ið tað varð bríkskað fyri hálvleiki, eru aftur á vøllinum nú. Tað vil siga, at einasti spælari, sum er útskiftur, er TB liðformaðurin Rógvi Joensen.
HÁLVLEIKUR
1-0
45) 1-0
Ein minuttir lagdur aftrat.
40) 1-0
Rógvi Joensen, TB liðformaðurin, fer skaddur av vøllinum, og í hansara stað verður settur Din Din. Teitur Olsen er nú liðformaður hjá TB.
37) 1-0
1-0: Andreas Lava Olsen
Eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Philip Djordjevic var tað Andreas Lava Olsen, sum við nærra stólpan stýrdi bóltin í málið.
36) 0-0
Víkingur hevur síðstu løtuna ofta verið í TB brotsteiginum síðstu løtuna, men TB hevur svarað aftur við m. a. hornasparki.
31) 0-0
Hans Pauli Samuelsen roynir seg við skoti úr góðari støðu, men TB málverjin blokerar til horna, sum einki spyrst burturúr.
27) 0-0
Tað er langt frá tí hugburðinum og avrikinum hjá Víkingi, sum síðsta sunnudag bar sigur við sær í Runavík, og til tað, sum higartil í kvøld hevur verið at sæð í Sarpugerði. TB spælir fult og heilt upp til heimaliðið!
23) 0-0
Ndende hevur verið eyðsýndur á TB miðvøllinum. Nú hevur hann ligið á vøllinum eina løtu, men hann reisir seg aftur.
20) 0-0
TB megnar í løtum væl at samanspæla ímóti vindinum.
18) 0-0
Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi og Rógvi Joensen hjá TB hava havt hvør sína roynd, men málverjarnir hava bjargað lættliga.
16) 0-0
Ógvuliga friðarligt. Ferðin er ikki høg, og higartil hevur eingin upplagdur málmøguleiki verið.
14) 0-0
Hóast TB hevur nógvan vind ímóti, so arbeiða gestirnir nógv fyri at flyta liðið hjá sær langt fram á vøllin.
09) 0-0
Hjá TB er Albert Adu í dag fremsti maður, meðan Rógvi Joensen er í høgru. Teir báðir útlendsku spælararnir, sum higartil hava verið teir fremstu hjá TB, eru í dag ikki millum teir fyrstu ellivu.
06) 0-0
TB tiltuskar sær fyrsta hornasparkið. Tað verður lagt flatt innfyri, men skotroyndin hjá Albert Adu verður blokerað.
05) 0-0
Víkingur hevur fríska lotið undan, og longu nú sær tað út til, at tað mesta í fyrra umfarinum fer at ganga fyri seg á hálvuni hjá gestunum.
01) 0-0
TB gevur bóltin upp, og gestirnir leypa á beinanvegin.
Áskoðararnir fjølgast smátt um smátt við vøllin, nú upphitingin er liðug, og spælararnir eru farnir undir aftur tak at leggja hond á síðstu fyrireikingarnar.
Tað er turt, og sólin skínur á ytru helvtina av vøllinum, meðan hin er í skugganum av húsinum Høgættarlotið er rættiliga frískt, og fløggini við inngongdina til vøllin eru spent heilt út. Fyri áskoðararnar kemur tað í dag serliga væl við, at nýggju áskoðaraplássini geva góða lívd fyri vindinum.
TB ferðalagið fór av Krambatanga fyrrapartin. Nú fyrireika teir í TB og teir á heimaliðnum seg til uppgerðina í Sarpugerði, har fyrsta bríksl verður klokkan 17.30.
Dagfinn Forná er dómari.
Víkingur-TB kl. 17.30
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup V. Olsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic
TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech, Árni Rúnar Ӧrvarsson, Teitur J. Olsen, Eirikur M. Ellendersen – Rógvi Joensen, Ndende Adama Guéye, Salmundur Bech, Heini Mikal Mortensen, Teitur Justinussen – Albert Adu
------
LIÐUGT
1-0
Tað gekk akkurát hjá HB, sum í kvøld hevur vunnið 1-0 ímóti B68 í Gundadali. Síðstu løtuna tveitti B68 alt fólkið fram, og HB vardi og royndi at fáa tíðina at fara.
92) 1-0
Tað er dramatikkur fyri allar pengarnar í Gundadali. Nú hevur dómarin, Eiler Rasmussen, víst B68 venjaranum, Páll Guðlaugsson, út um girðingina.
90) 1-0
Dómarin leggur fimm minuttir aftrat!
87) 1-0
B68 flytur fólkið langt fram á vøllin, og Páll Guðlaugssen setur tveir ómóðar menn inn:
Otto Petersen avloysir Carlos, og André Olsen avloysir Hákun Edmundsson.
HB setir miðverjan Jákup F. Hansen á vøllin í staðin fyri miðvallaran Rók Jespersen.
85) 1-0
1-0: Jóhan Troest Davidsen
Eftir horna frá Christiani R. Mouritsen var tað miðverjin og liðformaðurin Jóhan Troest Davidsen, sum við høvdinum sendi bóltin í B68 málið!
84) 0-0
B68 hevur síðstu løtuna verið betri við. HB trýstið kennist vera eitt sindur minni, og nú tiltuskaðu toftamenn sær horna, sum einki spurdist burturúr. Teitur M. Gestsson boksaði útfrá, og tá bólturin varð lagdur innfyri aftur, rakti Carlos ikki bóltin!
76) 0-0
Kanska kennist eitt sindur av órógv og strongd á HB spælinum.
Toftamenn halda framvegis høvdið kalt, og síðstu løtuna hava tað verið ábendingar um tvey toftaálop.
72) 0-0
Bæði liðini skifta út:
Pál Mohr Joensen avloysir Teit Jacobsen hjá HB.
Esmar Clementsen avloysir Michal Przbylski hjá B68.
68) 0-0
Tað er sama lagið, sum tað fyri tað mesta hevur verið. HB hevur bóltin nógv meiri, og tað mesta gongur fyri seg á B68 hálvuni og ofta í brotsteiginum frammanfyri Ragnar Lindholm. HB hevur tó ilt við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar ímóti væl skipaðu B68 verjuni.
64) 0-0
Nú er talan um stórt HB trýst, men higartil hevur B68 megnað at halda tætt. Í einstøkum førum luktar tað av B68 møguleikum at fara í mótálop, men tað er einki at liggja omaná, at í løtuni er dagsskráin hjá HB at skora og hjá B68 at verja.
60) 0-0
Nú hevur HB pressað eina góða løtu. Í tveimum vandamiklum støðum hevur tað eydnast B68 verjuni at blokera, tá ið heimaliðið hevur roynt seg.
46) 0-0
B68 leggur øgiliga bragdliga fyri undan vindinum. Óli H. Olsen sendi í fyrsta álopinum bóltin í stólpan aftanfyri Teit Matras Gestsson!
46) 0-0
Frá byrjan av seinna hálvleiki verður Fróði Benjaminsen settur inn á HB liðið í staðin fyri Ara Mohr Olsen.
HÁLVLEIKUR
0-0
HB hevur nú spælt tríggjar hálvleikir á heimavøllinum í Gundadali, uttan at tað hevur eydnast at skora mál.
Síðsta korterið hevur B68 verið væl við, og eftir steðgin eiga toftamenn undanvind.
45)
Tveir minuttir lagdir aftrat.
B68 hevur nógvan mótvind í fyrra hálvleiki, og síðsta korterið hava toftamenn verið væl meiri við í spælinum, enn teir vóru fyrsta hálva tíman.
25) 0-0
Fleiri broytingar eru eisini á B68 liðnum. Eitt nú er liðformaðurin, André Olsen, ikki millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Sammett við í málleysa javnleikinum á Skála, er Óli H. Olsen aftur á liðnum. Hann er ytstur í høgru. Nýggjur vinstri vongverji er Jógvan Ingvard Hansen.
Aftur í kvøld verjir Ragnar Lindholm B68 málið.
22) 0-0
Framvegis málleyst. Burtursæð frá nevndu royndum hjá Teit Jacobsen hevur tað bara verið næstan vandamikið, tá ið talan hevur verið um deyðbóltar.
20) 0-0
HB liðið er nakað broytt sammett við síðsta sunnudag ímóti AB, tá ið tað í Gundadali endaði málleyst. Øssur Dalbúð er fremsti maður, og Ari Mohr Olsen er ytstur á miðvøllinum í vinstru, meðan Tróndur Jensen er á miðvøllinum, og Ári Mohr Jónsson er á vongverjanum í vinstru. Fróði Benjaminsen, Pál Mohr Joensen og Magnus Egilsson eru ikki millum teir fyrstu ellivu ídag.
10) 0-0
HB er leikliga omaná, og Teit Jacobsen hevur havt tvær royndir úr góðum støðum, men í báðum førum fór bólturin omanfyri málið aftanfyri Ragnar Lindholm.
HB-B68 kl. 18.00
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Ári Mohr Jónsson – Christian R. Mouritsen, Tróndur Jensen, Rókur Jespersen, Ari Mohr Olsen – Teit Jacobsen, Øssur Dalbúð
B68: Ragnar Lindholm - Ari Johannesen, Jóhan Dávur Højgaard, Evrard Blé, Jógvan Ingvard Hansen – Óli H. Olsen, Ivan Joensen, Pedro Tarancon Anton, Hákun Edmundsson, Michal Przbylski - Carlos Quintan