Faxe Kondi: Kyndilskvinnur vunnu bólk 2

Við stórsigri á VB í Vágshøll vann Kyndil bólk 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum

Seinasti dysturin í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini var leiktur suðuri í Vági í dag. 

 

Í Vágshøll tók VB móti Kyndli í bólki 2.

 

Kyndil vann stórsigur 36-21. Í steðginum vóru tær grønu á odda 17-12.

 

Úrslitið merkir, at Kyndil vinnur bólk 2 frammanfyri Neistan. Bæði hava fimm stig hvør, men Kyndil hevur betur málmun.

 

Kyndil møtir VÍF í hálvfinalunum, og Neistin møtir H71.

 

Nadja Pejovic var stórskjútti hjá Kyndli í dag við 13 málum. Sanja Pajic var toppskjútti hjá VB við seks málum.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL39874245
 NEISTIN39989105
 STÍF3878702
 VB376110-340