Faxe Kondi: VÍF skoraði sigursmálið tá tvey sekund vóru eftir

VÍF vann fyrru hálvfinaluna á Kyndli við einum máli

Fyrra hálvfinalan í Faxe Kondi kappingini hjá monnum millum Kyndil og VÍF var leikt í høllini á Hálsi í kvøld.

 

Tá ein minuttir var eftir av dystinum var Kyndil á odda 24-23. Men seinastu 48 sekundini skoraði VÍF tvey mál. Fyrst Filip Jojic til javnleik 24-24, og tá tvey sekund vóru eftir skoraði Kristian Jensen sigursmálið hjá VÍF til endaligu støðuna 25-24.

 

William Skovsager var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Sjúrður Olsen, Filip Jojic og Dánjal Ragnarsson skutu fimm mál hvør fyri VÍF.

 

Liðini hittast aftur í høllini í Vestmanna komandi leygarkvøld klokkan 18.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 spæla Neistin og KÍF fyrru hálvfinaluna í høllini á Hálsi.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum Kyndil og VÍF:

 

##med2##