Kyndil møtir Stjørnuni, og H71 møtir Neistanum í hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.
Hóast VB av korona-ávum bert hevur seks tøkar leikarar, og tí ikki halda seg vera førar fyri at fullføra seinasta bólkadystin í bólki 2 móti Neistanum, so er VB dømt at tapa dystin, ið skuldi vera í høllini á Hálsi í Havn klokkan 18.30 í kvøld.
Neistin vinnur dystin 10-0. Neistin vann eisini fyri stuttum 10-0 á EB uttan dyst.
Fýra leikarar hjá VB hava korona, tveir málverjar og tveir útileikarar, og tær fáa sostatt ikki mannað lið.
Kyndil vinnur bólk 2 við seks stigum, Neistin er nummar tvey við fýra stigum, VB hevur tvey stig, og EB er aftast við ongum stigi.