Ein dystur var leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum í kvøld.
Stjørnan tók móti EB í KÍ-høllini.
Stjørnan vann dystin 32-28. Í fyrra hálvleiki var tað tó EB sum var omaná. Í steðginum vóru eiðiskvinnur á odda 15-11.
Seks minuttir vóru eftir av dystinum tá Stjørnan fyrstu ferð legði seg á odda við støðuna 26-25. Eftir tað var Stjørnan omaná.
Durita Ljósstein Johansen var toppskjútti hjá Stjørnuni við átta málum. Talita Alves var toppskjútti hjá EB við sjey málum.
Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla hini bæði liðini í bólki 1, H71 og VÍF dyst í Hoyvíkshøllini.
HER er dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 1 | 37 | 24 | 13 | 2 |
VÍF | 1 | 39 | 29 | 10 | 2 |
STJØRNAN | 2 | 61 | 67 | -6 | 2 |
EB | 2 | 52 | 69 | -17 | 0 |