FC Amager tapti ímóti OB

FC Amager tók um vikuskiftið ímóti OB í donsku steypakappingini. Endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til OB. Støðan í hálvleikinum varð 1-0 til OB. Peter Utaka legði OB á odda eftir 37 minuttirs spæl. Fjónbúgvarnar øktu til 2-0 við máli, sum Djiby Fall skoraði, tá 66 minuttir vóru farnir. Minuttin aftaná fekk Søren Nielsen spenning í aftur dystin, tá hann minkaði um munin til 1-2. Men tá 81 minuttir vóru farnir staðfesti norðmaðurin, Espen Ruud sigurin hjá OB, og fjónbúgvarnir halda sostatt fram í donsku steypakappingini.