Støðutalvan segði, at FC Suðuroy var stórur favorittur at vinna, tá ið FC Hoyvík í dag átti heimavøll ímóti FC Suðuroy.
Men soleiðis gekk tað ikki. Úrslitið var 3-3 eftir 2-1 í fyrra hálvleiki, og eftir at heimaliðið í 20 minuttir var frammanfyri 2-0.
Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy er næstfremst við 41 stigum. FC Suðuroy hevur spælt 24 dystir. Víkingur er topplið við 48 stigum. B36 er á triðja plássi við 40 stigum fyri 23 dystir. TB er á fjórða plássi við 39 stigum, og B71 hevur 38 stig. Bæði TB og B71 hava spælt 25 dystir.
Í morgin fer B36 at spæla á heimavølli ímóti NSÍ, og KÍ fær vitjan av HB. FC Suðuroy og B36 eiga útsettan dyst, sum verður leygardagin um eina viku.
Sjúrður Jensen legði í 11. minutti FC Hoyvík á odda 1-0. Hetta var annað málið hjá Sjúrði Jensen í næstbestu deildini í ár. Í 22. minutti var tað Jónas Bech, sum økti um munin til 2-0. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini.
Tríggjar minuttir undan steðginum var tað Teit Hjelm, sum minkaði um munin til 2-1. Hann hevur nú skorað fimm mál í næstbestu deildini í ár.
Tá ið seinni hálvleikur var smáar tíggju minuttir gamal, var tað Rói av Fløtum, sum við brotssparki økti um heimaleiðsluna til 3-1. Hann hevur nú skorað trý mál í ár.
Seks minuttir seinni var tað Salmundur Bech, sum minkaði um munin til 3-2. Hetta var sjeynda málið hjá Salmundi í ár. Tað restaði eitt korter, tá ið Jimmy Abdul javnaði til 3-3. Hann hevur skorað tvey mál í ár.
Lítla løtu undan dystarenda hevði FC Hoyvík góðan møguleika at skora sigursmálið, men Rasmus Olsen í málinum bjargaði ógvuliga væl.
Hóast góða úrslitið í dag, so er tað greitt, at FC Hoyvík fer at flyta niður.
Víkingur | 25 | 14 | 6 | 5 | 63 | 31 | 48 |
FC Suðuroy | 24 | 10 | 11 | 3 | 49 | 32 | 41 |
B36 | 23 | 11 | 7 | 5 | 45 | 30 | 40 |
TB | 25 | 9 | 12 | 4 | 35 | 23 | 39 |
B71 | 25 | 10 | 8 | 7 | 36 | 29 | 38 |
AB | 25 | 9 | 9 | 8 | 45 | 30 | 36 |
NSÍ | 24 | 7 | 7 | 10 | 33 | 42 | 28 |
KÍ | 24 | 8 | 3 | 13 | 27 | 45 | 27 |
FC Hoyvík | 25 | 4 | 7 | 14 | 22 | 51 | 19 |
HB | 24 | 2 | 6 | 16 | 24 | 66 | 12 |
Sunnudagin 6. oktober
KÍ – HB: Annfinn Hjaltalin kl. 14.00
B36 – NSÍ: Leivur Zachariassen kl. 13.00