FC Keypmannahavn og OB víðari í donsku steypakappingini

Hvørki Todi Jónsson ella Jákup á Borg vóru við á liðnum hjá sær, tá ið bæði FC Keypmannahavn og OB spældu seg í fjórðingsfinaluna í donsku steypakappingini mikukvøldið

Mikukvøldið gjørdist greitt, hvørji lið hava spælt seg í fjórðingsfinalurnar í donsku steypakappingini í fótbólti, tí sonevndu DONG-Cup. Liðini hjá teimum báðum føroyingunum í bestu donsku deildini, Todi Jonssón og Jákup á Borg, megnaðu bæði at vinna á útivølli.

Jákup bleiv sílaður frá
Fyrr í vikuni skrivaðu vit, at Jákup á Borg fór at verða við í hópinum til steypadystin móti 1. deildarfelagnum Ølstykke, men tá ið alt kom til alt, bleiv Jákup sílaður frá. Hópurin hjá OB til tann dystin taldi upprunaliga 19 mans, men bleiv síðani skorin niður til 15 mans, og tá var tað millum annað Jákup, ið bleiv vigaður og funnin ov lættur. OB leikti á útivølli móti Ølstykke, og talan gjørdist um eina sera málríkan og undirhaldandi dyst, sum tað í síðstu løtu eydnaðist OB at vinna 5-4! Vandamikli OB-framherjin Steffen Højer, ið annars var ivasamur undan dystinum, skeyt fýra tey fyrstu málini hjá OB, men týdningarmiklasta málið gjørdi tó ein annar maður, Søren Berg, tá ið hann stutt fyri leiklok skoraði sigursmálið til 5-4.
FC Keypmannahavn, sum ikki hevði Toda Jónsson í hópinum, var eisini á útivølli í Farum, har teir leiktu móti superligaliðnum FC Nordsjælland. Liðið hjá Toda vann dystin 4-2, og sambært donskum fjølmiðlum var talan um eitt framúr gott avrik frá FC Keypmannahavn, sum var ógvuliga sannførandi, hóast onkrir leikarar blivu spardir. Serliga var tað suðurafrikanska stjørnan, Sibousisu Zuma, ið var óvanliga væl upplagdur. Todi Jónsson er so smátt komin fyri seg, og í dag skal hann leika á eykaliðnum hjá FC Keypmannahavn, ið skal spæla dyst móti eykaliðnum hjá arvafíggindunum Brøndby.

Gott lutakast fyri FC Keypmannahavn
Á miðdegi hósdagin var lutakast um, hvussu leikast skal í fjórðingsfinalunum. Her má sigast, at FC Keypmannahavn var rættuliga heppið, tí teir skulu á útivølli leika móti 2. deildarliðnum Skive, ið verður mett sum veikasta liðið, ið er eftir í kappingini.
Jákup á Borg og OB vóru ikki eins hepnir og Todi Jónsson og hansara liðfelagar, tí OB skal á útivølli leika móti oddaliðnum í 1. deild, AC Horsens, har føroyski landsliðsleikarin, Johan Byrial Hansen, til dagligt leikar. Hetta kann gerast ein rættuliga trupul uppgáva hjá OB, tí AC Horsens hevur verið rættuliga sannførandi alt kappingarárið.
Fjórðingsfinalurnar í donsku steypakappingini verða leiktar Skírishósdag 8. apríl, og sjálv finalan verður leikt á heimavøllinum hjá FC Keypmannahavn, Parkini, Kristi Himmalfaradag 20 maj.