Undan hesum kappingarárinum fekk HB nýggjar spælaratroyggjur, ið skiltu seg rættiliga nógv frá teimum klassisku troyggjunum, ið HB altíð hevur borið. Reytt og svart er framvegis høvuðsliturin, men strípurnar á troyggjuni ganga bara hálvan vegin, áðrenn allur yvirparturin av troyggjuni fer í svart. Tískil kann sigast, at blusurnar, sum HB spælir í í dag, eru væl meira svartar enn reyðar.
Sí myndasavn, har blusurnar hjá HB síggjast, HER.
Í dag hevur danska toppfelagið, FC Midtjylland, kunngjørt nýggju leikarablusurnar hjá felagnum. Og sum tað sæst á høvuðsmyndini til greinina, so minna hesar troyggjur ikki sørt um tær hjá HB - fyri ikki at siga, at tær eru akkurát líka.
Í báðum førum er tað Nike, ið hevur sniðgivið troyggjurnar. Stóri munurin á troyggjunum hjá HB og FC Midtjylland eru ymsu stuðlarnir, sum feløgini av góðum orsøkum ikki hava til felags.