FC Midtjylland keypir hollendska stjørnu

Seinni í dag verður fyrrverandi Real Madrid- og Tottenham-leikari kunngjørdur í FC Midtjylland

Í farnu viku kom undan kavi, at danska FC Midtjylland var í samráðingum við hollendsku miðvallarstjørnuna, Rafael van der Vaart, sum í dag er vorðin 33 ára gamal og er sostatt komin eitt sindur upp í árini - í fótbóltshøpi.

 

Les eisini: Hollendsk stjørna í samráðingum við FC Midtjylland

 

Seinastu vikuna hava samráðingar verið á skránni ímillum FC Midjylland, van der Vaart og Real Betis, sum van der Vaart hevur havt sáttmála við inntil nú. Eftir øllum at døma hava nakrir fíggjarligir knútar verið eftir at loyst ímillum partarnar.

 

Men nú skuldi verið fyri vist, at fyrrverandi hollendski landsliðsleikarin fer at umboða FC Midtjylland. Felagið hevur nevniliga boðið donskum miðlum til tíðindafund klokkan 15 danska tíð í dag, har ein stjørnuleikari verður kunngjørdur - soleiðis orðar FC Midtjylland tað.

 

Sambært donskum miðlum var van der Vaart til læknakanning í gjár, og eydnaðist tað honum at klára hesa obligatorisku kanningina. Danskir miðlar siga seg eisini vita, at van der Vaart skal spæla við nummar átta á rygginum, og at sáttmáli hansara fer at fevna um tvey ár.

 

Rafael van der Vaart er í dag 33 ára gamal, og hevur hann havt eina flotta yrkisleið, har hann hevur umboðað Ajax, Hamburger SV í tveimum umførum, Real Madrid, Tottenham og síðani Real Betis, ið ikki vil vita av miðvallaranum longur. Frá 2001-2013 spældi van der Vaart heili 109 landsdystir fyri Niðurlond.

 

Í FC Midtjylland húsast føroyski U21-landsliðsframherjin, Jákup Thomsen, eisini. Hann spælir fyri tað mesta á eykaliðnum hjá FC Midtjylland í løtuni, men nú er kanska ikki so lang tíð til, at føroyingurin kann kalla seg liðfelaga við Rafael van der Vaart.

 

Rafael van der Vaart verður mettur sum tann størsta stjørnan nakrantíð, ið fer at spæla í donsku Superliguni.