FC Suðuroy er tykist hava fingið um endan aftur í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting.
Í dag hevur FC Suðuroy vunnið 2-1 á heimavølli ímóti B68, eftir at heimaliðið í 2. hálvleiki leingi var greitt omaná.
Palli Augustinussen legði beinanvegin FC Suðuroy á odda, og í 2. hálvleiki økti Dan Djurhuus um leiðsluna, eftir at Jón K. Poulsen hevði lagt væl innfyri úr vinstru.
Eitt sindur av spenningi kom í aftur stutt undan leikloki, tá ið miðvallarin Ndende við frísparki minkaði um munin til 2-1, men heimaliðið helt tørn!
FC Suðuroy-B68 2-1 (1-0)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Palli Augustinussen 2.
2-0: Dan Djurhuus 80.
2-1: Ndende Adama Guéye 85.
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Teitur Tausen, Kasper Schultz, Heini Vatnsdal,
Suni úr Hørg - Dan Djurhuus, Heini Vatnsdal, Palli Augustinussen, Henning G. Joensen, Jón Krosslá Poulsen - Mamuka Toronjadze
Gult kort: Palli Augustinussen, Jón Krosslá Poulsen, Heini Bech
B68: Vlada Filipovic - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur Hansen - Kristian Anthon Andreasen, Remi Langgaard,Ndende Adama Guéye, André Olsen, Eli Simonsen - Ahmed Keita
Gult kort: Ndende Adama Guéye
------
85 min.
2-0
Alt bendir á, at suðuroyingarnir eftir hetta umfarið fara at vera nærri bjargingini, enn teir vóru undan hesum umfarinum.
Nú tað resta tíggju minuttir, er støðan 2-0. At FC Suðuroy hevur økt um leiðsluna er nátúrlig avleiðing av, at heimaliðið í 2. hálvleiki hevur verið greitt omaná.
2-0 málið skoraði Dan Djurhuus, sum úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið, eftir at Jón K. Poulsen hevði lagt innfyri úr vinstru.
-------
65 min.
1-0
Heimaliðið hevur væl betri tak á spælinum í 2. hálvleiki, enn suðuroyingarnir høvdu í fyrra hálvleiki.
FC Suðuroy hevur havt bóltin á stólpanum, og B68 hevur eisini bjargað á strikuni!
-------------
FC Suðuroy spælir fyri lívinum í bestu deildini. Og eftir 1. hálvleik á heimavølli ímóti B68 er vónin ikki minni, enn hon var undan fyrsta bríkslinum, sum var klokkan 14.30.
Støðan er 1-0. Málið varð skorað beinanvegin, og málskjútti var liðformaðurin og miðvallarin Palli Augustinussen.
B68 hevur havt bóltin nógv, men tað hevur ikki eydnast toftamonnum at spæla seg púra upplagdar málmøguleikar.