FC Suðuroy riggar til

Fyri kortum kunngjørdi FC Suðuroy, at Jón Krosslá Poulsen hevur skift til HB, og at Mamuka valdi at skifta til NSÍ, hedur enn at leingja við FC Suðuroy. Teir báðir spældu ein stóran leiklut á FC Suðuroy liðnum, sum í ikki megnaði verða verandi í bestu deildini farna kappingarár. Heldur ikki danin, Kasper Schultz, verður at síggja í Vági komandi ár.

 

Nú hevur FC Suðuroy kunngjørt, at Poul N. Poulsen verður aftur at síggja í Vági. Hann skifti í 2006 til Skála, har hann leikti í trý ár, áðrenn leiðin gekk til Toftir, har hann leikti í tvey ár við B68. 24-ára gamli Poul N. Poulsen hevur skrivað sáttmála fyri komandi ár.

 

Kári í Lágabø, Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Henning Joensen og Tóki Brattalíð hava skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri komandi ár. Umframt tað, so hevur FC Suðuroy eisini fyrr í ár kunngjørt, at Mortan úr Hørg verður á liðnum aftur komandi ár.