Sunnudagin var FC Suðuroy fyri enn einum lemjandi ósigri. Hesaferð taptu teir heili 0-6 heima í Vági ímóti ÍF, og sum gongdin hevði verið frammanundan, har liðið í níggju dystum ikki hevur fingið ein sigur og skuldi brúka sjey dystir áðrenn teir fingu sítt fyrsta mál, var greitt, at onkrar broytingar máttu til. Mánakvøldið eftir dystum gingu søgur um, at venjarin, Pól F. Joensen, var givin í starvinum, og týsmorgunin vórðu hesi tíðindini váttað.
Talan var ikki um eina beinleiðis uppsøgn, men eina avgerð, sum bæði nevndin í FC Suðuroy og Pól F. Joensen sjálvi mettu vera best.
Eingin illstøða
Talan var á ongan hátt um nakra ósemju ímillum partarnar, sigur formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen.
– Hetta er ein avgerð tikin í samráð við Pól og tað er eingin illstøða yvirhøvur. Vit blivu samd um, at um vit skuldu skifta, so var tað best nú undan dystinum ímóti Víkingi, har vit hava heimavøll og eru aftanfyri við einum máli (undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, red.), sigur formaðurin.
Men tað er jú júst Pól F. Joensen, sum hevur vunnið tykkum heilt fram í hálvfinaluna í steypakappingini, er tað ikki virðingsleyst at lata hann fara nú?
– Tað kanst tú siga, men tað var í samráð við hann sjálvan, at vit mettu tað var best at gevast nú, sigur Julius Vest Joensen.
Manglandi styrkur
Tað, at tað hevur gingist illa hjá FC Suðuroy, hevur verið ein sannroynd í longri tíð, men nevndin í FC Suðuroy hevur ongantíð havt ætlanir um at senda Pól F. Joensen til hús.
– Nei, tað hevur ikki verið uppi at vent. Vit hava hoyrt nógv tos ímillum fólk, men vit hava ikki havt nevndarfund og hava annars verið væl nøgd við arbeiðið, hann hevur gjørt. Tað, at tað ikki hevur gingið eftir vild, hevur verið nógvum øðrum faktorum at takka.
Í samrøðu við Norðlýsið í gjár vísti Pól F. Joensen á manglandi styrk undan kappingarárinum, og tí kann FCS-formaðurin bara taka undir við.
– Tað hevur verið ein trupulleiki. Vit hava fingið ein verjuleikara, sum vit eru nøgd við, umframt at Stanislav Kuzma og David Asare hildu fram. Vit høvdu ein miðvallarleikara úr Estlandi at royndarvenja í tríggjar vikur, men hann var bara ikki nóg góður og vit valdu at senda hann avstað aftur. Tað bleiv ov tætt undan kappingarárinum og vit vildu ikki taka eina panikk-loysn, sigur Julius Vest Joensen.
Fyribilsloysn
Julius Vest Joensen váttar, at teir hava gjørt eina fyribilsloysn hvat venjaraspurninginum viðvíkur, og at tað verða teir tríggir Tórður Wiberg Holm, Bogi Mortensen og Egil Steintórsson, ið skulu taka sær av liðnum komandi vikuna, tvs í steypadystinum ímóti Víkingi í kvøld og heimadystinum í landskappingini ímóti NSÍ 2. hvítusunnudag.
Hann váttar somuleiðis, at ein varandi loysn á venjaraspurninginum verður avgreidd og almannakunngjørd helst í komandi viku.
Eisini váttar hann, at tað helst verður talan um onkran leikarastyrk í summarsteðginum.
– Tað er upp á tal og vit hava okkurt tilboð í hondini, sigur Julius Vest Joensen at enda.