FC Suðuroy hevur knívin á barkanum

NSÍ skal á heimavølli reisa seg eftir tvey tap á útivølli

Eftir tvey stór vónbrot á útivølli ímóti toppliðunum B36 og Víkingi eigur NSÍ heimavøll ímóti FC Suðuroy, sum hevur knívin á barkanum. Tað eru trý stig aftur til AB, sum eigur væl betri málmun enn FC Suðuroy.

NSÍ var leingi topplið. Eftir soltnu úrslitini seinastu vikurnar eru teir gulu og svørtu á triðja plássi:

-Vit rokna framvegis við, at møguleiki er fyri at røkka málið, sum var at betra úrslitið í fjør, men møguleikin at vinna FM er burtur, staðfestir Jens Martin Knudsen, sum var á beinkinum í 3-1 tapinum í Gøtu, og sum ikki heldur, at úrslitið nýtist at bera við sær, at eingir møguleikar eru í steypafinaluni ímóti júst Víkingi um tvær vikur:

-Tað var sera týdningarmikið, at avrikið í 2. hálvleiki ímóti Víkingi var frægari, og at vit tá skoraðu.

Pól Jóhannus Justinussen er leikbannaður, Monrad Holm Jakobsen er burturstaddur, og Jonleif Højgaard er skaddur.

 

Í ódnarveðrinum ímóti TB á heimavølli síðsta sunnudag misti FC Suðuroy tvey stig í evstu løtu. Tá vóru suðuroyingarnir – bæði teir í FC Suðuroy og TB – sera misnøgdir við, at dysturin varð spældur.

-Vit hava ov ofta fingið mál ímóti okkum og harvið mist stig í síðstu løtu, og soleiðis var tað eisini sunnudagin, tá ið tað als ikki var spælandi, staðfestir FC Suðuroy formaðurin Julius Vest Joensen.

Hjá FC Suðuroy eru Jón Krosslá Poulsen og Høgni Madsen leikbannaðir, meðan Christian Ibeagha er tøkur aftur eftir leikbann.

Í fyrsta umfari – 1. mars – fór FC Suðuroy suður aftur við 6-1 tapi, eftir at hava vitjað NSÍ við Løkin. Tá var liðið illa fyrireikað, tí loyvini hjá útlendsku spælarunum vóru ikki komin upp á pláss. 17. mai vann NSÍ 3-1 á Vágseiði.

FC Suðuroy hevur ikki vunnið stig í Runavík síðani 5. apríl í 2012, tá ið úrslitið var málleysur javnleikur.