FC Suðuroy og 07Vestur bíða stórar avbjóðingar

Tætta kappingin um saman við TB at flyta upp úr 1. deild heldur fram seinnapartin

Hetta vikuskiftið er 23. og fimti síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Longu í gjárkvøldið hevði B36 vitjan av NSÍ. Undan uppgerðini í Gundadali høvdu bæði liðini 31 stig. B36 vann 3-0, og harvið er árstalsfelagið greitt á fjórða plássi.

Seinnapartin eru hinir fýra dystirnir. FC Suðuroy og 07Vestur eru í tættari kapping um næstfremsta plássið og harvið uppflyting saman við suverena toppliðnum TB. Í dag skulu bæði FC Suðuroy og 07Vestur spæla á útivølli.

FC Suðuroy er á veg í Gundadal, har HB bíðar. Tað kann fara at vísa seg at vera stórur biti hjá útiliðnum. Fyrr í ár hava liðini spælt tvær ferðir á Vágseiði. Í fyrra førinum vann FC Suðuroy 3-2, og í seinna førinum vann HB 4-3. Hetta var á jóansøku, og síðani hevur HB ikki tapt. Tað hevur borið við sær, at HB nú hevur góðan møguleika at sleppa undan niðurflyting. Fyrr í ár sá tað annars heilt svart út.

07Vestur er á veg til Leirvíkar. Tá ið Víkingur og 07Vestur flaggdagin hittust á sama vølli, endaði tað 1-1. Í Sandavági vann 07Vestur 28. juni 3-1.

TB fær seinnapartin vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ, sum kappast við HB um at sleppa undan niðurflytingarplássi. Flaggdagin vann TB 3-2 í Klaksvík, og 28. juni vann TB 3-0 á KÍ við Stórá.

TB tapti fyri viku síðani 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Hetta var fyrsta TB tapið í ár. Tað eru fimtan stig eftir at spæla um, og harvið hevur TB framvegis møguleika at seta met í 1. deild. Stigametið eigur B68, sum í 2007 vann deildina við 72 stigum. Nú hevur TB 59 stig.

EB/Streymur er aftast. Í dag vitjar AB við Margáir. Um tað ikki eyndast heimaliðnum at vinna fulla úrtøku, so verður støðan heilt hættislig. Fyrr í ár hava liðini tvær ferðir spælt javnt. Flaggdagin endaði tað 1-1 í Streymnesi, og 27. juni endaði tað 2-2 á Argjum.

 

Í gjár

B36-NSÍ 3-0 (1-0)

1-0: Heini í Skorini 32.

2-0: Robert Heðin Brockie 70.

3-0: Eli F. Nielsen 90.

 

Í dag

Víkingur-07Vestur: Jón Kári í Brekkuni kl. 15.00

EB/Streymur-AB: Rúni Gaardbo kl. 17.30

HB-FC Suðuroy: Kim Poulsen kl. 15.00

TB-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 14.45

 

Støðan

TB 59

FC Suðuroy 38

07Vestur 37

B36 34

NSÍ 31

AB 27

Víkingur 25

KÍ 22

HB 20

EB/Streymur 16

B36 og NSÍ hava spælt 23 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir.