FCK fær tørv á skjótleika

Lítið er at ivast í, at Todi Jónsson verður við frá fyrsta bríksli, tá FCK á útivølli skal verja 3-1 leiðsluna móti georgiska Kutaisi

UEFA-Cup

Ferðalagið hjá FCK fór mikudagin til Georgia, har teir hósdagin skulu spæla seinna UEFA-Cup dystin móti Kutaisi. Fyrra dystin í Parkini vann FCK 3-1, og tí er einki at taka seg aftur í, at danska høvuðsstaðafelagið er favorittur undan dystinum. Eisini hóast tað á ongan hátt kann metast sum nøkur løtt uppgáva at spæla útidyst í Georgia.

Todi helst við
Í fyrra dystinum millum liðini var Todi dagsins maður hjá FCK, tá hann fyrst javnaði georgiska leiðslumálið, og síðani skeyt týdningarmikla málið til 3-1. Og tó at donsku bløðini hava gjørt nógv burturúr, at Todi var at finna á beinkinum móti Brøndby leygardagin, so er lítið at ivast í, at føroyingurin hesa ferð verður partur av álopinum, og allar helst saman við Sibusiso Zuma.
FCK-venjarin, Hans Backe, hevur nevnliga somikið góðar leikarar at taka av, at hann altíð kann laga seg eftir, hvussu mótstøðan spælir. Leygardagin merkti hetta, at hann tók fysiskt sterku Petterson og Møller fram um kviku Jónsson og Zuma, men hesa ferð er støðan helst øvugt. Einki er at ivast í, at FCK í stóran mun fer at dúva upp á skjót snarálop, og til hetta slagið av fótbólti er neyvan nakað betri álopspar í Danmark enn føroyska/suðurafrikanska duettin. Spurningurin er so bert, um venjarin heldur letur Zuma sleppa at hvíla seg, eftir at hann hevur verið eitt sindur plágaður av skaðum í seinastuni.