FCK fekk fult og hinir einki

Leikluturin hjá Toda Jónsson í kapprenningini um danska meistaraskapin var hóskvøldið uppaftur minni, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar

SUPERLIGAN

SOSIALURIN-KEYPMANNAHAVN: FCK tók hóskvøldið eitt risa stig fram ímóti endurtøku av at vinna meistaraheitið. Samstundis var tað staðfest, at í løtuni hevur FCK venjarin ikki serligan hug at geva føroyska álopsspælaranum, Toda Jónsson, loyvi at vera á vøllinum.
Hóskvøldið vísti, at Todi Jónsson er fimti álopsspælarin. Zuma, sum er skaddur, og Álvaro Santos, sum við at vera einasti málskjúttin ímóti Brøndby, styrkti uppaftur meiri um sína støðu, er nummar tvey í røðini, og Jesper Bech, sum í útgangsstøðuni ímóti Brøndby, var í álopinum saman við Álvaro Santos, er nummar trý.
Síðstu ferðirnar hevur Hans Backe víst Peter Møller størri álit, enn hann hevur víst Toda Jónsson, og tað gjørdi hann orduliga hóskvøldið. Tá ið fyrra umfarið var knappliga hálvrunnið, fóru Todi Jónsson og Peter Møller at hita upp. Todi rann í meiri enn ein tíma aftur og fram frá miðstrikuni og ímóti baklinjuni, har Brøndby áskoðararnir sótu.
Tá ið miðvallarin í vinstru, Morten Bisgaard, orsaka av vøddaskaða noyddist at taka seg av vøllinum longu í 1. hálvleiki, varð Peter Møller skiftur inn í álopið, og Jesper Bech var fluttur aftur á miðvøllin. Todi kom ikki á vøllin, fyrrenn hann fór at ynskja liðfeløgunum tillukku við 1-0 sigrinum.
Er tað ikki stórt vónbrot ikki at sleppa á vøllin, men heldur at renna uttanfyri allar 90 minuttirnar?
Todi Jónsson:
- Eg kenni treytirnar, og eg havi sligið meg til tols við, at mín leiklutur restina av hesum kappingarárinum verður ikki millum teir fyrstu ellivu. Sum skiftisspælari vónar tú sjálvandi at sleppa á vøllin. Men tað nyttar einki at iðra seg um tað. Eg fegnist saman við liðfeløgunum um, at tað eydnaðist at vinna, og so eigi eg, sum allir hinir í FCK hópinum, at líta frameftir og vera klárur, um tað verður brúk fyri mær í Esbjerg sunnudagin.
Hvat sigur tú um tann dystin?
- At tað verður torført. Fyri okkum kom tað sjálvandi væl við, at bæði Esbjerg og Brøndby taptu í kvøld. Møguleikin hjá Esbjerg er nú treytaður av, at teir fáa øll stigini ímóti okkum. Tí verður talan um stórt stríð sunnudagin, heldur Todi Jónsson. Hann er sáttmálabundin í FCK í eitt ár afturat, og hann hevur ongar ætlanir um at biðja um at verða loystur frá sáttmálanum, nú hann hevur havt torført at sleppa upp í part.
- Eg haldi framvegis, at eg havi førleika at kappast við hinar spælararnar um plássini í FCK álopinum. Eg eri ikki enn so væl fyri, sum eg eigi at vera. Men aftaná summarfrítíðina verður tað vónandi, sum tað eigur at vera, og eg veit við meg sjálvan, at so eigur tað at bera til at vera við.

Sum so ofta áður
Tá ið finaludystir eru í Europa Cup og í eitt nú eingilsku steypakappingini, so vísir tað seg ofta at vera soleiðis, at fótbóltsspælið er stóri taparin. Nervarnir og týdningurin av tí eina málinum hava ofta við sær, at tað verður lagdur serliga stórur dentur á verjupartin og ikki at gera mistøk. Soleiðis var tað eisini hóskvøldið, har 41.005 áskoðarar, sum er nýtt met í superliguni, gjørdu karmin altjóða kendan.
FCK fekk yvirhøvur ikki glið á spælið í fyrra hálvleiki. Brøndby spælararnir sótu tætt í teimum, og tá ið FCK verjan og miðvøllurin royndu við longum sendingum fram til Álvaro og Jesper Bech, spurdist ikki tað stóra burturúr. Brøndby hevði betri tak á spælinum, og tað lá í luftini, at um nakað mál fór at koma, so fóru teir at fáa tað.
Brøndby fekk einki mál, og tá ið FCK tíðliga í 2. hálvleiki skoraði, vóru teir í Brøndby ikki førir fyri at svara aftur. FCK hevði yvirvág, og tað var tættari 2-0, enn Brøndby útjavnandi máli.
Miðvallarin í høgru, Michael Silberbauer, var meistari aftanfyri málið. Á miðjuni vann hann bóltin frá vinstra verjumanninum hjá Brøndby, Asbjørn Sennels, sum frammanfyri Morten Olsen spældi fyri at sleppa upp í part í EM hópinum. Silberbauer setti ferð á, slepti nett í røttu løtuni eitt sindur til vinstru til Peter Møller, sum einum boksspælara líkur, fokuseraði upp á málið. Møller smekkaði til, men hann rakti ikki, sum hann hevði ætlað. Tíbetur fyri hann og FCK, so var Álvaro Santos klárur við handara stólpan, og skuldi bara stýra bóltinum síðsta teinin inn um strikuna.
Ein øgiligur fagnaður um mesta partin av Parkini. Aftanfyri annað málið tagnaðu tiltiknu gulu og bláu áskoðararnir. Michael Laudrup gav sínum monnum boð um at spenna álopsbogan so nógv, sum tað bar til. Men einki bar til. FCK miðverjan var tøtt, og meistaraskapurin er eftir hóskvøldið nógv nærri FCK, enn hann var undan hóskvøldinum.

Alt lagaði seg eftir vild
Í Parkini eru tvær veldugar talvur, sum vísa einstakar støður umaftur. Á hesum talvunum verða srtøður og úrslit í hinum dystunum eisini víst.
Hjá bæði Brøndby og FCK áskoðaruunum var fagnaðurin stórur, tá ið tað sást, at Herfølge hevði smurt Esbjerg av.
Í botninum er tað næstan avgjørt, at heiðurskrýnda AB næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini. Uttan Jákup á Borg vann OB 3-1 í Gladsaxe á AB. Frem gjørdi sítt, tá ið teir vunnu 3-1 á Viborg, sum einki hevur at spæla fyri. Nú eru teir í Valby bara trý stig aftanfyri FCN og Herfølge. FCN greiddi málleysan javnleik á heimavølli ímóti steypafinalistunum úr AaB. Herfølge gjørdi sítt, tá ið teir vunnu á Esbjerg. Úrslitið var 3-1, eftir at Herfølge hevði verið frammanfyri 3-0. AGF tapti 5-2 í Herning, og harvið er AGF, sum í morgin fer at fáa vitjan av Frem, aftur í vanda fyri at flyta niður. Sunnudagin verður spælt soleiðis: AaB-Herfølge, Viborg-AB, Brøndby-FCM, OB-FCN, AGF-Frem og Esbjerg-FCK.