SUPERLIGAN
Tað gongur alt annað enn skjótt hjá Toda Jónsson at koma fyri seg. Føroyska íslettið í bestu donsku deildini er einki, og sambært heimasíðuni hjá Toda, so røkist einki fyri, at hann fer at verða tøkur aftur.
Hjá FCK er tað farið at hilnast eitt sindur betri. Í vikuskiftinum var annað umfarið í øðrum triðinginum á skránni. FCK var í Farum, og tað eydnaðist teimum at fáa fult. Tað iðrar FCN venjaran, Christian Andersen, ógvuliga nógv. Hann bíðar framvegis eftir at fáa stig frá felagnum, sum hann er so illur inná, tí teir fyri nøkrum árum síðani góvu honum sekkin, tá ið hann bara hevði verið har í knappar tveir mánaðir.
Hesa ferð var um reppið, at tað eydnaðist FCN at vinna. Tá ið seks minuttir vóru eftir, varð FCK álopsmaðurin, Peter Møller, vístur av vøllinum, tí hann hevði havt ælbogan ov høgt, tá ið hann brast saman við mótstøðumanni. Tá var støðan 2-1 til FCK. Eina lítla løtu seinni javnaði FCN, og so legði heimaliðið í Farum nógv fyri í royndini at fáa øll stigini. Men tað eydnaðist so dyggiliga. Í staðin var tað Zuma, sum í 93. minutti skoraði sigursmálið fyri FCK. FCN er næstniðast og harvið á niðurflytingarplássi.
Brøndby er framvegis nógv fremst. Hesa ferð vóru teir í Silkeborg. Á heimaliðnum vóru teir sera illa nøgdir við, at dómarin ikki í minst einum og kanska tveimum førum bríkslaði fyri brotssparki til teir. Brøndby vann 1-0, og Michael Laudrup heldur, at liðið nú spælir betri og við størri sjálvsáliti, enn tað nakrantíð hevur gjørt, meðan hann hevur verið venjari.
FCK er tíggju stig aftanfyri Brøndby. Men Michael Laudrup sigur, at hann hugsar fyrst og fremst um FCK sum kappingarneyta og avbjóðara í stríðnum um meistaraskapin, og tað heldur hann einki forgjørt vera í.
Ætla at fella seg sjálvar
Viborg er framvegis næstfremst. Hesa ferð høvdu teir vitjan av OB, sum legði ógvuliga bragdliga fyri í summar, men sum tað hevur verið soltið hjá nógvu tær síðstu ferðirnar. Viborg vann 1-0, og hetta var sætta ferðin á rað, at teir fóru av vøllinum uttan at hava tapt. Nú eru teir í Viborg spentir uppá, um tað skal eydnast teimum at røkka sínum egna meti. Í 2000 spældu teir átta ferðir á rað uttan at tapa.
Hjá bronsuvinnarunum í Esbjerg hevur tað ikki gingið meiri enn passaligt higartil í ár. Eftir vitjanina í Herfølge eru teir framvegis á 8. plássinum. Úrslitið var 1-1, og Herfølge er á 9. plássinum. Esbjerg hevði fleiri góðar málmøguleikar, sum teir misnýttu. Í Esbjerg eru teir ikki fegnir um støðuna. Í Herfølge siga teir seg vera í tí støðuni, sum teir høvdu roknað við. Liðið er nýtt, og tað skal meiri til at samanspæla tað.
Heldur ikki hjá AaB hevur tað hilnast nakað serligt higartil. Hesaferð vóru útlit fyri fullari úrtøku, tí AaB hevði vitjan av botnliðnum Randers. Heimaliðið hevði eina rúgvu av møguleikum, men tað eydnaðist ikki at fáa meiri enn tað eina málið. Tað fingu teir, tá ið eitt korter var eftir. Í fimm minuttir tóktist tað sum um, at hetta málið skuldi vera nóg mikið til trý stig, men so javnaði Randers til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.
Í Århus hevði AGF frammanfyri 8.925 áskoðarum vitjan av FCM, og talan var um sera undirhaldandi uppgerð. Heimaliðið hevði nógvar møguleikar, og teir løgdu seg á odda 1-0, men so fekk FCM tvey mál, og eina løtu sá tað út til, at teir skuldu fara aftur til Herning við øllum. Men AGF var sera ágangandi, og teimum eydnaðist at javna til 2-2.