FCK heldur tørn

Teir á oddaliðnum hildu seg avgjørt ikki hava verið óhepnar í Aalborg, har málið hjá Toda bar eitt stig við sær

ÚTISETAFELAG

Sunnudagurin komandi verður fyrsti sunnudagur í adventini. Tá fer danska superligan í vetrarfrí. FCK skal spæla á heimavølli ímóti botnliðnum Silkeborg. Í donsku miðlunum eru teir longu farnir at tosa um, hvussu FCK liðið man fara at verða mannað í tí dystinum. Í bløðunum verður eingin ivi mettur at vera í, at Todi Jónsson fer at vera í øðrum álopsplássinum.
Sigursmálið ímóti Køge næstsíðsta sunnudag bar við sær, at bonkarendin í Parkini fyri stórari viku síðani varð útskiftur við pláss ímillum teir fyrstu ellivu í Aalborg. Og málið í Aalborg ber ivaleyst nýggjan møguleika á vøllinum við sær næsta sunnudag. Eisini tí at Peter Møller, sum var liðformaður í Aalborg, er ivasamur orsaka av skaða.
Gongdin hjá Toda í FCK síðstu vikurnar er undirstriking av, hvussu skjótt tað kann ganga hvønn vegin í fótbólti. Fyri einum mánað síðani var Todi onkra ferðina ikki ímillum teir fyrstu sekstan í FCK. Nú tykist hann at vera sjálvskrivaður ímillum teir fyrstu ellivu, og spurningurin er heldur, um Zuma skal flytast úr høgru og undir liðina á Toda í FCK álopinum, ella um Jörgen Petterssson aftur skal fáa møguleikan. Eftir at sviin hevði skorað tvær ferðir, varð hann sagdur at vera málrevurin, sum FCK hevði leitað og bíðað eftir. So varð hann eitt sindur skaddur, og nú tykist hann ikki hava møguleika at sleppa á liðið, um allir hinir eru tøkir.

Kroystir av AaB
At teir í FCK vóru nøgdir við 1?1 í Aalborg var ikki so undarligt. Tá ið teir vóru har norðuri seint í summar, løgdu teir í FCK rygg til eyðmýkjandi 3?0 tap. Og sunnudagin vóru teir eisini stórar partar av tíðini kroystir.
? AaB spældi væl. Teir vóru ágangandi, og teir løgdu okkum undir trýst. Tað hevði við sær, at vit sera sjáldan megnaðu at samanspæla fleiri enn tvær ella tríggjar ferðir, áðrenn teir komu ímillum, og teir spældu seg til væl fleiri málmøguleikar, enn vit gjørdu, sigur Todi Jónsson.
AaB hevði góðar møguleikar beinanvegin, og teir høvdu ivaleyst vunnið, um tað hevði eydnast teimum at fáa hol á. Tí var málið, sum Todi Jónsson skoraði eftir eitt stórt korter, so sera týdningarmikið. Thomas Røll, sum skoraði annað av málunum í 2?0 sigrinum hjá Danmark á Póllandi mikukvøldið, sendi horna innfyri úr høgru. AaB verjan var serliga upptikin av at ansa Peter Møller. So varð Todi leysur undir málinum og støðan 1?0 til FCK.
Eftir málið snúði tað seg hjá FCK um at halda tætt og so vóna, at tað skuldi eydnast í snarálopum. AaB trýsti, og eitt lítið korter undan dystarenda eydnaðist tað unga Christian Christiansen at sneiða framvið fleiri og at javna til 1?1. AaB hevði betri slutspurt, men evnagóði Rune Pedersen í FCK málinum spældi sera væl.