Mikukvøldið spældi FC Keypamannhavn í donsku steypakappingini. Dysturin var móti grannunum úr B93, har fleiri føroyskir spælarar spæla (tó ikki á 1. liði), og FCK vann tryggan sigur.
Málini, sum avgjørdu dystin, komu tíðliga. Longu tá 10 minuttir vóru farnir var støðan 2-0, og tann støðan helt sær dystin út.
Undan dystinum gjørdi FCK-leiðslan av, at keypa sær nýggjan álopsspælara, tí skaðar og leikbann hava tikið nógv burtur av í fremstu røð á liðnum.
Tað var óttin fyri einum óvæntaðum úrslit móti B93, sum gjørdi, at FCK-leiðslan eitt døgn undan dystinum keypti tann 28-ára gamla áleyparan Kenneth Jensen frá B1909.
Hvørgin av teimum fremstu áleyparunum hjá FCK, Todi Jónsson og David Nielsen, vóru við í dystinum móti B93.