DANSKA STEYPAKAPPINGIN
Tað skal spælast tvær ferðir trý korter um fjúrtan dagar. Bæði í Aalborg og í Odense. Tað er framvegis møguleiki fyri, at heimaliðini í aðru viku - AaB og OB - fara at røkka finaluni. Eftir fyrru hálvfinalurnar, sum vórðu spældar mikukvøldið, bendir kortini nógv á, at tað fara at verða tvey tey størstu og hesi seinastu árini mest vinnandi feløgini í Danmark, sum Kristi himmalferðardag í Parkini fara at hittast í steypafinaluni.
Brøndby megnaði ikki at vinna á heimavølli. Tað var eitt væl lakari úrslit, enn tað var sunnudagin, tá ið teir á heimavølli vunnu 4-0 ímóti AaB. AaB var aftur hesa ferð mótstøðuliðið, men úrslitið gjørdist eitt heilt annað.
Kortini er tað mest sannlíkt, at Brøndby fer at vinna plássið í hálvfinaluni, tá ið liðini hittast aftur í Aalborg. Brøndby var støðugt omaná mikukvøldið. Eisini í 2. hálvleiki, tá ið teir vóru undirmannaðir. Liðformaðurin og verjuálitið, Per Nielsen, varð dygst undan steðginum rikin av vøllinum. Dómarin vísti honum reyða kortið, tí hann hevði hevnt seg ímóti AaB álopsspælaranum, David Nielsen, sum hann bæði sunnudagin og allan 1. hálvleik mikukvøldið hevði havt fleiri samanbrestir við. At David Nielsen, sum er fyrrverandi liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, ikki er populerur í Brøndby hoyrdist alla tíðina, og serliga í 2. hálvleiki góvu áskoðararnir til kennar, hvussu lítið teir hildu um kropssterka mannin.
Í Danmark verður mett, at Brøndby fer at megna at skjóta mál á útivølli. Tað plaga teir altíð at gera. Um teir fara at megna tað, so verður neyðugt hjá AaB at vinna. Avrikini sunnudagin og mikukvøldið bendu ikki á, at teir verða førir fyri tí.
Góður hugburður
FCK venjarin, Hans Backe, hevði mánadagin kravt av sínum spælarum, at teir í hálvfinaluni mikukvøldið vístu heilt øðrvísi hugburð, enn teir gjørdu í 2. hálvleiki ímóti AB sunnudagin. Um dysturin endar 3-3, og spælararnir hjá mær hava arbeitt tað, sum tað eigur at verða roknað við, at teir megna, so verði eg betri nøgdur, enn um teir vinna og ikki hava víst tann hugburðin, sum teir eiga at gera, segði venjarin.
FCK vann 3-1, og teir arbeiddu við lív og sál ímóti OB, sum ikki var komið í Parkini fyri at goyma seg í og kring egnan brotsteig.
Tað vóru verjuspælararnir hjá FCK, sum vóru í miðdeplinum. Vongverjin í høgr, Ole Tobiasen, fekk brottspark, tá ið vísarin hevði verið hálva aðru ferð runt. Fyri triðju ferð á rað var tað Álvaro Santos, sum fekk fulla úrtøku úr ellivu metrum. Dygst undan steðginum javnaði Miti. Hetta var avgjørt ikki sambært spælbýtinum. Eftir steðgin økti vongverjin í vinstru, Peter Christiansen, sum varð skiftur inn eftir 1. hálvleik. Síðsta málið skoraði fyrrverandi OB spælarin, Lars Jacobsen, av brotsteigarmarkingum í vinstru og í sonnum Henry stíli. Eftir steðgin varð hann fluttur av vongverjanum og fram á miðvøllin.
Todi bíðaði leingi
Álvaro Santos og Jesper Bech vóru í FCK álopinum. Serliga Jesper Bech tiltuskaði sær onkrar møguleikar, uttan at tað eydnaðist honum at fáa mál. Todi Jónsson kom á vøllin fyri Hjalte Bo Nørregaard, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Eina ferð átti Todi at havt fingið møguleikan. Hann spurtaði frá verjuni, men Jesper Bech valdi at royna úr tjúgu metrum heldur enn at stinga fram ímillum.
Sunnudagin fer FCK at spæla á heimavølli ímóti Herfølge. Tá verður Álvaro Santos leikbannaður. Tí kann roknast við, at Todi fer at fáa størri leiklut, enn hann hevði mikukvøldið.
- Eg hevði roknað við at byrja á beinkinum, og eg haldi, at vit hava góða útgangsstøðu undan seinnu hálvfinaluni, sigur Todi Jónsson á heimasíðu síni.