FCK stóra avbjóðing í kvøld

Í kvøld verður á Råsunda í Stokhólmi gjørt av, um FCK skal halda fram í UEFA Cup ella ikki

ÚTISETAFELAG

Sunnudagin var Todi Jónsson ikki við, tá FCK vann 1?0 á útivølli í Odense ímóti OB. Hann var smáskaddur í lærinum. Í kvøld skal FCK í europeiska eldin, og Todi Jónsson er í átjan manna spælarahópinum, sum í gjár kom til Stokhólm.
Mótstøðuliðið á tjóðarleikvøllinum, Råsunda, verður Djurgården. Fyri fjúrtan døgum síðani endaði tað málleyst í Parkini. Tí er einki at ivast í, at avbjóðingin hjá FCK verður stór. Svenska høvuðsstaðarfelagið er næstovast í heimligu landskappingini, har teir eru farnir undir endaspurtin, og teir mugu metast sum favorittar at sleppa víðari í UEFA kappingini.
Møguleikin hjá FCK økist nógv, um tað fer at eydnast teimum at skora sera týdningarmikla útivallarmálið. Um tað eyndast, so skal Djurgården í hvussu so er tvær ferðir fáa mál ímóti FCK verjuni, sum hevur verið sera tøtt tær seinastu vikurnar.
Í gjár var ikki greitt, um Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu. Saman við honum eru allir hinir tríggir álopsmenninir hjá FCK í Stokhólmi. Ivi var um, hvussu tað fór at verða við svenska Jörgen Pettersson, sum noyddist at fara av vøllinum í Odense, tí hann hevði fingið eitt trælær. Í gjár var ikki greitt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld, men hann verður undir øllum umstøðum á dómaraseðlinum.
At Jörgen Pettersson hevur skorað í tveimum teimum síðstu landskappingardystunum hevði í fyrradagin við sær, at hann aftur fekk landsliðsboð. Svensku landsliðsvenjararnir vilja hava bæði hann og FCK vongspælaran Tomas Antonelius at vera á átjan manna liðnum, tá Svøríki annan leygardag fer at spæla EM undankappingardyst ímóti Portugal.
Dysturin í kvøld millum Djurgården og FCK verður vístur á TV Danmark 1 sjónvarpsrásini.