FCK Tapti

Fyri fyrstu ferð í ár noyddist høvuðsstaðarfelagið av vøllinum sum tapti, men munurin fram til oddin minkaði tó einki

 

Superligan


Eftir at 2001 í hálvan áttanda mánað hevur verið ein sigursgongd hjá FCK, mátti liðið sunnudagin fara av vøllinum sum tapari. Hetta hendi sera óvæntað í dystinum móti Esbjerg, men úrslitið var tó kanska ikki heilt so óvæntað, sum fleiri vilja gera tað til.

FCK skuldi nú brádliga umstilla seg til at spæla í meira eyðmjúkum umhvørvi enn einari fullsettari Parken, eins og mótstøðuliðið eisini var meira eyðmýkt enn fótbóltsmillióningarnir úr Lazio, sum FCK hitti herfyri.

Esbjerg kom á odda tíðliga í dystinum, og hóast teir um miðjan fyrra hálvleik fingu ein mann riknan av vølli, eydnaðist teimum at halda fast um dystin, eftir at teir beint fyri hálvleik øktu við brotssparki. Thomas Thorningar minkaði um munin í seinna hálvleiki, man tað var ov seint hjá FCK.

Umframt Toda Jónsson máttu hvítu leyvurnar annars vera bæði Christian Poulsen og Sibusiso Zuma fyri uttan til dystin. Poulsen fekk ein lítlan løst í dystinum móti Lazio, meðan Zuma hevur fingið frí í nakrar dagar, eftir at hjava spælt fótbólt út í eitt í meira enn eitt ár.


Munurin hin sami

Alt hetta kann FCK neyvan nýta sum nakra umbering, men hinvegin mundi tað koma væl við, at fyrrverandi felagið hjá Toda, Lyngby, megnaði at koppa Brøndby. Sostatt er munurin upp til oddin framhaldandi hin sami, tó at tað nú eru heldur fleiri um boðið til oddasessin.

Úrslitini hetta vikuskiftið vóru annars:

AB-Viborg 1-2

AGF-FCM 0-1

Lyngby-Brøndby 1-0

Vejle-Silkeborg 3-0

OB-AaB 0-2

Esbjerg-FCK 2-1