FCK víðari í Europa League

Sjónband: Ørvitistakkling hjá Dele Alli gjørdi tað trupult hjá Tottenham, sum nú er úti.

Seinnu dystirnir í 1/16-finalunum í Europa League hava verið í kvøld, og sostatt er tað vorðið greitt hvørji lið hava spælt seg víðari til 1/8-finaluna.

Heima í Parkini skuldi FCK royna at verja tað frálíku 2-1-leiðsluna, sum donsku meistararnir vunnu sær á útivølli ímóti bulgarska Ludogorets Razgrad. Hetta gekk sum ætlað, tí dysturin endaði 0-0, og FCK er nú í 1/8-finaluni.

Tottenham, sum tapti fyrra dystin á útivølli ímóti belgiska Gent 1-0, royndi at venda dystinum í kvøld, men líkindini versnaðu munandi, tá ið Dele Alli fekk reytt kort fyri eina ørvitistakkling longu í fyrra hálvleiki. Dysturin endaði 2-2, og Tottenham er harvið úti. Sjónband av takklingini sæst omanfyri.

Í morgin kl.12.00 verður lutakast um hvussu spælast skal í 1/8-finalunum. Liðini, sum eru við har, eru:

Anderlecht, APOEL Nicosia, Manchester United, Schalke 04, Olympiacos, AS Roma, Ajax, Krasnodar, Besiktas, Gent, Lyon, Rostov, FCK, Genk, Borussia Mönchengladbach og Celta Vigo.