Sveisiski tennisspælarin, Roger Federer, vann í gjár Australian Open-kappingina við sigri á skotska Andy Murray. Federer hevði greitt munin í finaluni, sum hann vann við settunum 6-3, 6- 4, 7-6, so hann nú hevur vunnið australsku kappingina fýra ferðir. Andy Murray hevði møguleikan at gerast fyrsti bretin í 74 ár, sum vann eitt Grand Slam-heiti, men persónligir feilir kostaðu dýrt í finaluni.