Fegnast um at revsirætturin er avtikin

Tað er ein grundleggjandi rættur hjá øllum børnum ikki at verða sligin, sigur Erika Hayfield, granskari innan barnamentan og nevndarlimur í Barnabata

 Tað er ein stórur sigur fyri børnini, at revsirætturin nú er avtikin og at børnini kunnu finna vernd í lógini, sigur Erika Hayfield. Hon vísir á, at fyri tey í Barnabata er hetta enn ein orsøk til, at fara meira miðvíst út í samfelagið fyri á tann hátt at ávirka fólk til at hava størri virðing fyri børnum sum heild, sum hon tekur til.
- Eg eri skelkað av, hvussu lítla virðing børn hava í Føroyum, og hvussu lágan sosialan status tey hava. Tí kann hendan lógin senda eitt signal um, at børn hava eitt virði og at tey eisini hava ein rætt. Fyri meg hevur tað grundleggjandi týdning, hvønn hugburð politikarar hava til børn, og vón mín er, at hetta fær positiva ávirkan á hugburðin til børn sum heild. Valdsjavnvágin millum børn og vaksin her á landi er púra skeiv og børn verða sum heild als ikki tikin í álvara ella spurd eftir, sigur Erika Hayfield, sum tó ikki ivast í, at vit elska børn okkara líka nógv sum í øðrum londum.
 
Negativar avleiðingar
Í lesarabrævin um, sum hon setti í bløðini herfyri, greiddi hon eitt nú frá, at børn í ringasta føri beinleiðis kunnu koma likamliga til skaða av at verða sligin, og at likamlig revsing kann hava við sær sálarlig árin.
- Gransking hevur víst á, at likamliga revsing hevur negativa ávirkan á sálarstøðuna hjá barninum og á viðurskifti millum barn og foreldur. Eisini kann moralska menningin hjá barninum verða darvað, soleiðis at tey fáa størri trupulleikar at skyna millum rætt og rangt. Sambært gransking viðførir likamlig revsing harumframt, at børn verða meira vreið (aggressiv) og teirra atburður meira ósosialur. Sostatt má sigast, at likamlig revsing als ikki kann lýsast sum sakleys og óskaðilig, skrivaði hon tá.
 
Vantandi virðing
Og hon sigur víðari, at:
- Ofta verður tikið til, at børn verða likamliga revsað sum partur av uppalingini, og tí at foreldrini elska tey. Tó er veruleikin tann, at tá eitt barn verður likamliga revsað, er tað aloftast, tí at tann vaksni hevur mist tamarhald á sær sjálvum og/ella á støðuni. At revsa børn likamliga er ikki eitt tekin um kærleika, men eitt greitt tekin um vantandi virðing. Harumframt skulu vit gera okkum heilt greitt, at børn sum uppliva harðskap, eisini læra harðskap.