Fegnast um EFTA leistin hjá Eidesgaard

Tíðindaskriv

Javnaðarflokkurin fegnast um, at leisturin, sum vit tóku stig til við einum EFTA-limaskapi, hesar seinastu dagarnar hevur fingið meira vind í seglini við serliga útsøgnunum hjá Ole Spiermann, professara, um EFTA-limaskapin og eina EBS-avtalu. Harumframt viðmerkingunum, sumPer Stig Møller, uttanríkisráðharri er komin við í hesum sambandi.

 

Javnaðarflokkurin hevur ikki beinleiðis verið partur av kjakinum um EFTA, EBS og ES seinastu dagarnar, men flokkurin fegnast tó um, at leisturin, sum vit valdu, tá Jóannes Eidesgaard umsat uttanríkismál sum løgmaður, nú tykist at fáa alt størri undirtøku.

 

Hetta kemst fyrst og fremst av, at Ole Spiermann, professari, rættiliga greitt hevur sagt, at EFTA-limaskapurin er ein veruleikakend leið at ganga, meðan ES-limaskapurin er tengdur at nógvum trupulleikum, sum Javnaðarflokkurin eisini hevur verið greiður um alla tíðina.

 

Tað telur eisini nógv, at Spiermann sigur, at ein EBS-avtala sum fylgja av einum EFTA-limaskapi eisini er møgulig, soleiðis sum hann sær viðurskiftini. EBS merkir tey fýra frælsini innan vørur, tænastur, arbeiðsmegi og kapital við ES londini.

 

Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, avvísti avgjørt ikki sjónarmiðunum frá Spiermann, hóast danska stjórnini áður hevur havt tað sjónarmið, at EBS ikki var ein møguleiki.

 

Javnaðarflokkurin heldur, at kjakið seinastu dagarnar hevur svarað mongum spurningum, men eisini sett nýggjar. Tí er nú umráðandi at fáa serfrøðingabólkin, sum skal kanna EFTA, EBS og ES til verka.